Konsertir

KOMANDI KONSERTIR

Barnakonsertir 2022

cover-website

Sunnudagur 3.apr kl. 15:00 (Almenn konsert)

Mánadagur 4.apr kl. 9:00, 10:05, 11:10 (Tilmelding)
Týsdagur 5.apr kl. 9:00, 10:05, 11:10 (Tilmelding)
Mikudagur 6.apr kl. 9:00, 10:05, 11:10 (Tilmelding)

Skrá:
Apollonia eftir Edward Fuglø

 

Við fyrivarni fyri broytingum

GAMLAR KONSERTIR

Várkonsert 2022

várkonsert-2022-cover-1

Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri

Føroya Symfoniorkestur hevur sum aðalmál, at menning og kvalitetur til eina og hvørja tíð skulu ganga hond í hond. Nú er bogin er enn einaferð spentur.

Skráin til várkonsertina er uttan iva mest krevjandi konsertskrá, sum skjótt 40 ára gamla orkestrið hevur framført. Orkestrið hesuferð telur 73 tónleikarar.

Akademisk Festival Ouvertura – Johannes Brahms (1833-1897)

Á summarferiu í vælveru býnum Bad Ischl í Eysturríki í 1880, skrivaði Brahms stuttligu festival ouverturuna.
Við hárfínari javnvág millum seriøs og meira løtt elementir leggur Brahms størri dent á ”festivalin” enn tað “akademiska”.
Brahms segði sjálvur, at verkið er sum ein potpourri full av larmandi studentarsangum.

Ouverturan er eitt av mest spældu verkum hjá Brahms. Undir leiðslu av komponistinum, varð verkið frumframført í 1881.


Concerto pour saxophone –
Henri Tomasi (1901-1971)
Solistur:
Kristina Thede Johansen, saxofon

Saxofonkonsertin er skrivað í 1949 og var ognað kenda franska saxofonistinum Marcel Mule. Verkið, ið er í tveimum satsum, varð latið inn í samband við verk-kapping hjá tónlistaháskúlanum í París.

Kristina Thede Johansen lesur í løtuni ein kandidat í Music Performance og Arts Management á Sibelius Akademiinum í Finnlandi. Lærari hennara er Joonatan Rautiola. Eisini nemur hon sær solistprógv frá Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus. Kristina er virkin kamartónleikari og fastur limur í mangt annað Ensemble Eiradís, EKA og Nordic Saxophone Collective.

Symfoni Fantastique – Hector Berlioz (1803-1869)
Ólukkuligur kærleiki er ikki ókent tema í listini. Hector Berlioz, ið upprunaliga var útbúgvin lækni, skrivaði hesa symfonisku yrkingina. Hóast óteljandi kærleiksbrøv til ensku sjónleikarinnuna Harriet Smithson, lat hon ikki við seg koma.
Berlioz skrivar í sínum endurminningum, at tónleikurin lýsir dreymarnar hjá einum ungum manni, sum eftir ein miseydnaðan kærleika hevur mist hugin til lívið. Verkið bleiv frumframført í París í 1830.

Hóast tann elskandi og hin útvalda ikki ganga saman í yrkingini, so hittast tey aftur í París trý ár seinni. Tey giftust í 1833, men hjúnarlagið var ikki gott. Eftir 10 árum saman fóru tey hvør til sítt.

 

Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Solistur: Kristina Thede Johansen (FO)
Tíð: Leygardagin 19. mars kl. 19.30
Stað: Norðurlandahúsið
Kostnaður: Vaksin 350 kr., lesandi 200 kr.

Wiener klassisk konsert 2022

wiener-konsert

Føroya Symfoniorkestur og Beethoven í Løkshøll og Hátún

 

Catherine Larsen-Maguire stjórnar orkestrinum og Jóhannes Andreassen er solistur

 

Ludvig Van Beethoven er á skránni til fyrstu konsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri í ár. Verkini, ið
verða framførd, eru Coriolan-ouverturan, klaverkonsert nr. 4 og tann 4. symfoniin.

Í 2020 vóru tað 250 ár síðan Ludwig Van Beethoven varð føddur. Hetta bleiv hátíðarhildið við fagnaðarkonsertum um allan heim. Føroya Symfoniorkestur fagnaði í hesum sambandi eisini tónaskaldinum og framførdi kendu 9. symfoniina í fullsettum Norðurlandahúsi.

Gestadirigentur
Orkestrið fær eisini vitjan av dirigentinum Catherine Larsen-Maguire. Catherine er ættað úr Onglandi og er búsitandi í Berlin.  Hon er upprunaliga fagottspælari, men hevur seinastu mongu árini ferðast runt heimin og arbeitt sum dirigentur hjá orkestrum sum London Philharmonic Orchestra, BBC National Orchestra of Wales og Deutsches Kammerorchester Berlin.

 

Føroyskur solistur
Jóhannes Andreasen, ið uttan iva er mest royndi klaverspælarin vit eiga, framførir klaverkonsert nr. 4.
Jóhannes hevur tikið útbúgving í klaverspæli og tónleikanámsfrøði á Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien í Eysturríki. Eftir tað las hann kamartónleik á International Menuhin Music Academy og var seinni næmingur í meistaraflokkinum hjá víðagitna læraranum Peter Feuchtwanger í London.
Frá ungum árum hevur Jóhannes verið íðin kamartónleikari. Hann var ein teirra, ið stovnaðu Aldubáruna í 1995.
Sum einleikari hevur hann spælt konsertir í London, Helsinki, Reykjavík og Wien. Jóhannes hevur lagt stóran dent á wienarklassiska tíðarskeiðið og á nýskrivaðan tónleik.

 

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire (UK)
Tíð: Fríggjadagin 18. februar kl. 19.30
Stað: Løkshøll
Kostnaður: Vaksin 300 kr., lesandi 200 kr.

 

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire (UK)
Tíð: Leygardagin 19. februar kl. 16.00
Stað: Hátún
Kostnaður: Vaksin 300 kr., lesandi 200 kr.

Við fyrivarni fyri broytingum

AVLÝST - Nýggjárskonsertir 2022

FSO-mynd-cover-vk21

***AVLÝST vegna korona***

Leygarkvøld 8.jan kl. 19:30

 

(FO)

 

Nýggjárskonsertin 2022

 

Føroya Symfoniorkestur, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya bjóðar endiliga tykkum øllum aftur til eitt brak av einari corona-nýggjárskonsert á sjónvarpsskýggjanum leygarkvøldið 8. januar kl. 19.30.

Nýggjárskonsertin er fyri fólk í øllum aldri: Tónleikaskráin nemur hjartastreingirnar, og ber brá av undirhaldi, álvarsemi og miklum og kenslubornum verkum frá virdum útlendskum og føroyskum komponistum.

Kór og tríggir føroyskir solistar mynda konsertina
Til nýggjárskonsertina er hesuferð lagdur stórur dentur á kórið. Eftir tvey ár við einans corona-sangi, so sleppur kórið nú veruliga at folda seg út saman við Føroya Symfoniorkestri.

Úr stórlignu operaini “Carmen” hjá Georges Bizet syngur Herfinnur Árnafjall “Toreador song”, har bæði sangur og undirhald er í hásæti. Baritonsangarin Herfinnur Árnafjall, ið býr í Tirol í Eysturríki sang sum barn í sunnudagsskúlanum hjá Filadelfia. Lærutíðin sum sangari byrjaði á sangskúlanum hjá Petru Iversen. Har frá gekk leiðing víðarið til Reykjavík, New York og endaði í Týsklandi á sangskúlanum Douglas Yates, Vocal Arts. Síðan hevur gingið slag í slag og Herfinnur hevur arbeitt sum solistur, operasangari, framført operettir og musicals.

Evnaríki klaverleikarin Aksel Remmel, ið lesur á “ Det Kongelige Danske Musikkonservatorium, vann í 2021 talent-kappingina Stella Polaris kappingina, ið Tórshavnar Musikkskúli skipar fyri. Ein partur av vinningunum í elsta bólkinum er at framføra á nýggjárskonsertini saman við Føroya Symfoniorkestri. Aksel Remmel fer at  spæla 1. sats av klaverkonsert nr. 2 hjá russiska  komponistinum Sergej V. Rachmaninov.

Elin Brimheim Heinesen er kend sum songkvinna og tónasmiðjur, og hevur hon tríggjar útgávur á baki – NALJA, saman við Kára L. Jacobsen (1988), Yndisløg, saman við bólkinum Ad Libitum (2010) og soloútgávuna Handan Stjørnurnar (2018). Kendasta lagið hjá Elini er helst Eitt dýpi av dýrari tíð, gjørt til yrking hjá pápanum, Jens Paula Heinesen. Í 2002 kom lagið út av nýggjum, innspælt við City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri. Í november 2021 kom nýggja lagið Sóleyan út, – eisini innspælt við sama symfoniorkestri og kóri.

Bernharður Wilkinson stjórnar symfoniorkestrinum og Tóra Vestergaard venur symfoniorkestur kórið.

Konsertin verður send í Kringvarp Føroya leygarkvøldið 8. januar kl. 19.30.

 

GG!

Vegna coronastøðuna verða eingir áhoyrarar í salinum.

Vertir: Arnfríð Joensen Dahl og Tróndur Olsen

Longd: 70 min.

 

 

 

(Dk)

 

Nytårskoncerten 2022

 

Færøernes Symfoniorkester, Norden Hus og Kringvarp Føroya vil hermed initere jer til et brag af en fjernsyns-corona-nytårskoncert lørdag 8. januar kl. 19.30.

Nytårskoncerten henvender sig til alle aldre og programet kommer hele vejen rundt i følelsesregisteret, og er både alvorligt, underholdende, romantisk og storslået.I særdeleshed er vi henrykte over at vores kor igen kan synge sammen orkesteret. Koret er med til at løfte koncerten op på et andet plan, og har til koncerten fået en ekstraordinær stor rolle.

Færøske solister
Baritonsangeren Herfinnur Árnafjall, som til daglig er bosat i Tirol i Østrig vender hjem for en kort visit for at fremføre “Toreador song” fra Carmen-operaen.
Herfinnur har studeret i Reykjvik, New York og afsluttede sine sangstudier i Tyskland på Douglas Yates, Vocal Arts. Sidenhen har Herfinnur Árnafjall arbeijdet som solist, operasanger, og har sunget operetter og musicals.

Klavertalentet Aksel Remmel, som til daglig studerer på Det Kongelige Danske Musikkonservatorium, vandt i 2021 talent-konkurrencen Stella Polaris for unge færøske musikere. En del af 1. Præmien var at være solist med Færøeres Symfoniorkester til nytårskoncerten.
Aksel Remmel fremfører 1. sats af klaverkoncert nr. 2 af Sergej V. Rachmaninov.

Elin Brimheim Heinesen er, på Færøerne, kendt som sangerinde og komponist.
Hun har udgivet tre værker – NALJA, sammen med  Kára L. Jacobsen (1988), Yndisløg, med gruppen Ad Libitum (2010) og soloudgivelse Handan Stjørnurnar (2018).
Elin Brimheim Heinesen fremfører sangen Sóleyan, som er et digt skrevet af forfatteren, Jens Pauli Heinesen, og som Elin Brimheima Heinesen har sat musik til.

Bernharður Wilkinson svinger dirigentstokken og Tóra Vestergaard afholder prøverne med symfoniorkesterkoret frem til koncerterne.

Koncertin bliver sendt direkte i fjernsynet (Kringvarp Føroya) lørdag 8. januar kl. 19.30.

 

OBS!

Der bliver ikki solgt billettir til koncerten.

Værter: Arnfríð Joensen Dahl og Tróndur Olsen

Koncertlængde: 70 min

 

 

 

(UK)

 

 

The New Year’s Concert 2022

 

The Faroe Islands Symphony Orchestra, The Nordic House and Kringvarp Føroya will hereby invite you to a bang of a Corona New Year’s concert on Friday the 7th of january and Saturday the 8th of january at 19.30.

 

The New Year’s concert is aimed at all ages and the program comes all the way around the emotional register, and is both serious, entertaining, romantic and magnificent.
In particular we are delighted that our choir again will sing with the orchestra. The choir helps to lift the concert to another level.

 

Faroese soloists
Baritone singer Herfinnur Árnafjall, who lives in Tyrol in Austria will return back home for a short visit to perform “Toreador song” from the Carmen Opera.

Herfinnur studied in Reykjvik, New York and completed his studies in Germany at Douglas Yates, Vocal Arts. Since then, Herfinnur Árnafjall has worked as a soloist, opera singer, and has sung operettas and musicals.

 

The talented pianoplayer Aksel Remmel, who studies at the Royal Danish Academy of Music in Copenhagen, won the talent competition Stella Polaris for young Faroese musicians in 2021. Part of the 1st prize was to be a soloist with the Faroe Islands Symphony Orchestra for the New Year’s concert.

Aksel Remmel performs 1st movement of Piano Concerto No. 2 by Sergei V. Rachmaninov.

 

Elin Brimheim Heinesen is, in the Faroe Islands, known as a singer and composer.

She has published three works – NALJA, together with Kára L. Jacobsen (1988), Yndisløg, with the group Ad Libitum (2010) and solo release Handan Stjørnurnar (2018).

Elin Brimheim Heinesen performs the song Sóleyan, which is a poem written by her father the author, Jens Pauli Heinesen and to which Elin Brimheim Heinesen has set music.

 

 

Bernharður Wilkinson sonducts the orchestra and Tóra Vestergaard holds the rehearsals with the symphony orchestra choir.

The concert will be broadcast live on television (Kringvarp Føroya) on Saturday 8 January at 19.30.

 

OBS!

The concert will be without audience.

 

Hosts: Arnfríð Joensen Dahl and Tróndur Olsen

Concert length: 70 min.

 

 

Við fyrivarni fyri broytingum

Heystkonsert 2021

wallpaper-1200x500

Mikukvøld 20.okt kl. 19:30 í Norðurlandahúsinum
Hóskvøld 21.okt kl. 19:30 í Mentanarhúsinum SALT

Við fyrivarni fyri broytingum

Beinta - Nordic Music Days 2021

Anna_Katrin_Beinta

Mikukvøld 1. sep kl. 19:30

Dirigentur: Bernharður Wilkinson

Solistur: Anna Katrin Egilstrøð

Skrá: Beinta (FO/DK verk)

Beinta er ivaleyst kendasta søguliga kvinnan í Føroyum.  Hon var fødd í valaumstøðum í Havn í 18’indu øld, men endaði dagar sínar í armóð, aftaná trý vanlukkulig hjúnaløg við trimum ymiskum prestum.  Síðani deyða hennara í 1752, hevur Beinta verið lýst sum ein ónd kvinna, ið hevði skyldina í ruðuleikunum, ið vóru atvoldin til, at menn hennara doyðu.

Í hesi symfonisku song-ringrás, sum tónaskøldini Anna Katrin Egilstrøð og Allan Gravgaard Madsen hava smíðað, eru sagnirnar um Beintu snúningspunktið um listarliga rannsókn av fløktu mótsetningunum í huganum. Hetta verk fekk góð ummæli frá donsku miðlunum, tá tað kom út í 2016 og fekk sama árið hægstu viðurkenning frá danska lista grunninum.  Beinta er eitt vakurt verk, bæði fyri roynda áhoyraran og tey, ið ongantíð áður hava verið til eina klassiska konsert.

 

Við fyrivarni fyri broytingum

Várkonsert 2021

FSO-mynd-cover-vk21

Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur

Føroya Symfoniorkestur spældi árligu nýggjárskonsertina fyri ongum áhoyrarum, so nú gleða vit okkum sera nógv at spæla fyri tykkum aftur.

Várskráin fevnir um tríggjar komponistar í serklassa og trý verk, ið hava ymiskar formar og eru ymiskar í orkestrering.

Áhoyrarin kann gleða seg til at hoyra eitt orkestur, ið hungrar eftir at spæla fyri tykkum aftur.

 

La Création du monde – Darius Milhaud

Darius Milhaud møtti jazzinum í 20’unum í London. Jazzurin hugtók hann so nógv, at hann mátti fara yvir til Amerika at uppliva henda tónleikin. Heimkomin frá amerikuferð í 1922 skrivaði franski komponisturin Darius Milhaud ballettina La Création du monde til eina libretto av Blaise Cendrars.

Á síni ferð kom Milhaud nógv saman við jazztónleikarum, ið hildu til í Harlem, og hetta hoyrist aftur í tónleikinum í mun til rútmur og tónaval.

 

Pulcinella Svita – Igor Stravinskij

Ballettin Pulcinella var skrivað til Les Ballets Russes, og júst hendan ballettin legði lunnar undir nýggjar háttir at skriva tónleik.

Stravinskij hevur sjálvur sagt, at ”Pulcinella var mín opinbaring av fortíðini og sum legði lunnar undir mítt framtíðar kompositiónsarbeiðið”.

Við nýggjari tilgongd til formar og rútmur setti russiski Igor Stravinskij sín stóra dám á tónleikin í 1900-talinum.

 

Ófullfíggjaða symfoniin – Franz Schubert
Ófulfíggjaða symfoniin er vanliga eisini nevnd symfoni i h-mol D. Verkið bleiv fyrstu ferð framført í 1865,
heili 37 ár eftir, at Schubert andaðist.

Av ókendum orsøkum steðgaði Schubert skriviarbeiðið nakrar taktir inni í triðja satsi. Hóast hetta bleiv júst
henda symfoniin eitt av mest spældu verkum hjá komponistinum.

Symfoniin hevur tveir satsir, Allegro moderato og Andante com moto.

Nevnast kann eisini, at fleiri av verkunum hjá Schubert eru ófullfíggjaði ella finnast bert í skitsum.

Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Tíð: Leygardagin 15. maj kl. 19.30
Stað: Norðurlandahúsið
Kostnaður: Vaksin 350 kr., lesandi 200 kr.

 

Við fyrivarni fyri broytingum

Nýggjárskonsert 2021

Background-0

Nýggjárskonsertin 2021: Føroyskir solistar mynda konsertina

Vegna koronustøðuni verður nýggjárskonsertin í 2021 ein sjónvarpsframleiðsla uttan kór og áhoyrarar.

Hóast serligu støðuna hevur Føroya Symfoniorkestur gjørt av at halda fast í árligu siðvenjuni, og spæla størstu konsertina á árinum, nýggjárskonsertina. Tó verður hon øðrvísi ár, einki kór framførir, og konsertin verður eisini spæld uttan áhoyrarar.

Tískil hava Føroya Symfoniorkestur, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið lagt seg eftir at gera eina so góða sjónvarpsframleiðslu sum ongantíð áður. Tónleikanevndin í orkestrinum hevur harafturat smíðað eina spennandi og undirhaldandi skrá saman við ikki minni enn sjey føroyskum solistum.

Ernst Remmel framførir 3. sats av trompetkonsert hjá Hummel í E-dur, og Johannes Andreasen fer at spæla klaverkonsert í A-dur eftir Mozart.

Á skránni eru eisini fimm føroyskir sangsolistar. Birita Poulsen framførir “Je veux vivre” eftir Gounod, Mike Viderø syngur slagaran “Cry me a River”. Sangbólkurin Sway, ið er mannaður við Katrinu Olsen, Daniu Tausen og Marionnu Nagata, fer at framføra eina nýggja syrpu yvir eldri føroyskar sangir. Atli Petersen hevur útsett syrpuna fyri orkestur.

Í ár fær Føroya Symfoniorkestur eisini góða hjálp frá núverandi og fyrrverandi næmingum úr musikkskúlunum. Sum vant er tað Bernharður Wilkinson, ið stjórnar symfoniorkestrinum.

Konsertin verður send í Kringvarp Føroya leygarkvøldið 9. januar kl. 19.30.

 

 

Við fyrivarni fyri broytingum

Jólakonsert 2020

Jólamynd

Leygardag 5. des – kl. 15:00

Sunnudag 6. des – kl. 14:00 og kl. 16:00

 

Føroya Symfoniorkestur í jólahýri

Árliga jólakonsertin ella familiukonsertin, ið hon eisini verður rópt, verður spæld 5. og 6. december í Norðurlandahúsinum. Konsertin er eitt samstarv við musikkskúlarnar kring landið, og musikkskúlanæmingar fáa høvi at royna seg í stórum orkestri við professionellum spælarum.

Hetta samstarvið seta vit stóran prís uppá, tí her fáa musikkskúlanæmingar veruliga roynt seg í einum professionellum samanhangi við professionellum tónleikarum. Tað er her vit sáa fyrstu fræini til framtíðar spælarar í orkestrinum.

Konsertskráin er ein jólaposi fyltur við alskins jólagóðgæti, líka frá øllum teimum kendu jólaløgunum til okkara egnu Frændur. So vónandi leggur orkestrið lunnar undir serliga stemningin í eyðkennir jólini.

Vælkomin á konsert!

 

Solistar. Sigrið F. Hansen (kontrabass) og Bjarki Trondesen (sang)

Dirigentur. Bernhardur Wilkinson  

Frásøgufólk. Olga Tórðardóttir

Kostnaður. Vaksin 100 kr., børn 50 kr. 

 

Við fyrivarni fyri broytingum

Barnakonsert 2020

Úlvurin-wide

Føroya Symfoniorkestur framførir tónleikaævintýrið um Petur og úlvin

4. oktober – kl. 16.30 (almenn konsert)
5. oktober – kl. 9.00 og kl. 11.00 – Ókeypis tilboð til stovnar (Børn 3 – 10 ár) – Tilmelding krevst
6. oktober – kl. 9.00 og kl. 11.00 – Ókeypis tilboð til stovnar (Børn 3 – 10 ár) – Tilmelding krevst
7. oktober – kl. 9.00 og kl. 11.00 – Ókeypis tilboð til stovnar (Børn 3 – 10 ár) – Tilmelding krevst

Musiska tónleikaævintýrið var skrivað í 1936 av russiska komponistinum Sergej Prokofiev.

Prokofiev fekk uppgávuna at skriva eina musikalska symfoni fyri børn. Søgan sigur, at hann bleiv so bitin av hesari serstøku uppgávu, at hann arbeiddi dag og nátt, og skrivaði verkið upp á einans fýra dagar.

Hetta er søgan um Petur, ið hóast ávaringar frá abba sínum fer Petur niðan í bøin har úlvurin heldur til. Her spælir hann spælir við djóravinir, og so kemur úlvurin….

Prokofien brúkar ljóðførini til at siga frá ævintýrinum. Oboin er dunnan, klarnettir er kettan, fløjtan er fuglur og hornini eru úlvurin

Symfoniorkestrið fer eisini at framføra onnur løg vit kenna.

 

Frásøgufólk: Jákup Dahl Wardum

Dirigentur: Bernhardur Wilkinson

 

Við fyrivarni fyri broytingum

Týr og Føroya Symfoniorkestur feb 2020

týr-fso

Fríggjakvøld 7. feb – kl. 21:00 og
Leygarkvøld 8. feb – kl. 16:00 og kl. 21:00

Norðurlandahúsið, Kringvarp Føroya og Føroya Symfoniorkestur eru fegin um at at kunna bjóða eina framúr góða konsert við bólkinum TÝR.

Týr eru kendir fyri eitt serligt tónleikaligt bland av norðurlendskum fólkatónleiki og heavy metal. Teir hava umleið 75-100 konsertir árliga ymsastaðni í heiminum. Nú koma teir aftur til Føroya og spæla 2 konsertir og fer orkestrið at spæla saman við Føroya Symfoniorkestri í stóru høllini í Norðurlandahúsinum.

Tað er fyrstu ferð í søguni hjá Føroya Symfoniorkestri, at orkestrið roynir seg saman við heavy metal.  Haraldur Sveinbjörnsson hevur sett út 15 løg fyri orkestur og kór. Bernharður Wilkinson fer at stjórna orkestrinum.

Heri Joensen, forsangari og gittaristur í Týr sigur: “Tað hevur verið ein dreymur, síðani eg var ungur og hoyrdi Deep Purple saman við symfoniorkestri – seinni eisini Metallica – at royna slíkt sjálvur”.

Umframt Hera, eru hesir í TÝR: Attila Vörös, gittar, Gunnar H. Thomsen, bass og Tadeusz Rieckmann, trummur. Bólkurin sær fram til at geva lurtarunum eina avbera góða uppliving – og vóna teir sjálvir at kunna læra okkurt við at royna hetta slagið av samstarvi.

Í sambandi við konsertina økir Norðurlandahúsið konserthølið Høllina við at taka Klingruna aftrat. Í Stóruhøll er pláss fyri 800 standandi gestum.

Nýggjárskonsertin jan 2020

Background-5

Fríggjakvøld 10. jan – kl. 19:30 og
Leygarkvøld 11. jan – kl. 19:30

Dirigentur:  Bernhard Wilkinson
Solistur:  Yekaterina Solovyova, sopran og Sergej Semishkur, tenor