
Barnakonsert við Føroya Symfoniorkestur og Sigurd Barret
FRÍTT FLOG: Føroya Symfoniorkestur og Sigurd Barrett framføra søguna ”Verðins besta ljóðføri”.
Vit kenna øll Sigurd frá barnabókunum og sjónvarpssendingum, serliga barnasendingum. Hann hevur vunnið stóran heiður, og hevur fingið nógvar viðurkenningar fyri sítt arbeiði millum annað ”Danmarks Radios Symfoniorkesters ærespris”, ”Den folkelige sangs pris” og ”Årets Børnebog”.
Saman við symfoniorkestrinum fer Sigurd at syngja og spæla kendar sangir, og fortelja nýggju søguna um ”Verðins besta ljóðføri”. Søguna skrivaði hann tá hann var og ferðaðist í Føroyum, og Súsanna Tórgarð hevur týtt søguna til føroyskt.
Sigurd og symfoniorkestrið gleða seg til eina fantastiska løtu saman við teimum yngstu.
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Kostnaður: Vaksin 150 kr., børn 50 kr.
Eingin steðgur
Aftur í ár fara umleið 4000 børn at lurta eftir góðum tónleiki og lurta eftir søgu. Kendi danski klaverleikarin, skemtarin og sjónvarpsverturin, Sigurd Barrett, spælir barnakonsertir saman við Føroya Symfoniorkestri dagarnar 15.-19. apríl 2023. Almennar konsertir verða í ávikavist Løkshøll og í Norðurlandahúsinum. Harafturat verða níggju konsertir spældar fyri barnagørðum og skúlum.