Poul-Jákup-Thomsen

Poul Jákup Thomsen

Stjóri, 1994-

Poul Jákup er ein av violinleikarnum sum spældi við í gamla Kamarorkestrinum hjá Tórshavnar Musikkskúla, sum virkaði undan Symfoniorkestrinum, og sum var ein týðandi partur av grundarlagnum, tá ið Føroya Symfoniorkestur bleiv stovnað í 1983.

Poul Jákup spældi violin við orkestrinum inntil hann í 1994 gjørdist formaður. Tá var farið undir at økja um virksemi hjá orkestrinum og gjørdis tá skjótt ikki stundir til bæði at vera formaður og virkin  tónleikari, og valdi Poul Jákup tí heldur at standa fyri at menna orkestrið.

Poul Jákup hevur m.a. leiðsluútbúgvingar fra Civilforsvaret og frá Robert Gordon University í Aberdeen.