Mattias Kapnas

Solistur – Mattias Dimitris Kapnas (1991)
Mattias tók sína masterútbúgving á lærda tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn, har hann m.a. granskaði føroyskan klavertónleik.

Mattias er sera alkønur tónleikari. Tosa vit um nútíðartónleik á tí sonevnda “klassiska” økinum, so hevur hann longu sum fáur víst gávur at tulka og geva hesum nýggja tónleiki lív.

Í 2015 framførdi Mattias á fyrsta sinni við Føroya Symfoniorkestri.

Han hevur røtur í Finnlandi, Grikkalandi og Belgja, men hann býr í Sandavági, og allur heimurin er hansara pallur.