Um okkum

[vc_row][vc_column width=”1/2″][vc_column_text]Um Symfoniorkestrið

Føroya Symfoniorkestur byrjaði sítt virksemi í 1983, tá ið fortreytir av ymiskum slag gjørdu tað møguligt at stovnseta eitt Symfoniorkestur í Føroyum.

Royndarmusikkskúlin kom í 1982 við nøkrum yrkislærdum tónleikarum og bleiv stovnsettur sum Føroya Musikkskúli í 1983 við umleið 10 tónleikalærarum og stásiliga Norðurlandahúsið sum lat upp í juni gjørdi, at nú vóru tónleikarar og karmar sum gjørdu tað møguligt at stovna eitt symfoniorkestur.

 

Tað vóru tónleikalærarnir Magna Synnevåg og Kanny Sambleben sum saman við limum úr gamla orkestrinum t.d. Alex Sólstein, Boga Lutzen og hinum, sum stovnsettu nýggja orkestrið, sum fekk navnið Føroya Symfoniorkestur.

Føroysku og útlendsku yrkistónleikarnir í Føroyum, saman við gamla orkestrinum, framkomnu næmingunum og við hjálp frá nøkrum Føroyskum og útlendskum yrkistónleikarum í Danmark, skuldu manna nýggja orkestrið.

Hesin leisturin hevur veri brúktur øll árini. Góða broytingin er, at føroysku tónleikarnir vaksa í tali og dygd.

 

Hesi seinastu 20 árini hevur orkestrið havt stóra framgongd. Virksemi er vaksið munandi frá umleið 2 árligum konsertum til umleið 25 konsertir í 2014.

Framgongdin hjá orkestrinum hevur veri miðvís. Hetta er m.a. eitt úrslit av øktari játtan og harvið øktum virksemi, sum saman við góða arbeiðinum hjá musikkskúlunum, har fleiri av yrkistónleikarnum í orkestrinum virka sum lærarar, harav nakrir eisini hava slitu sínar barnaskógvar í musikkskúlanum og Symfoniorkestrinum, áðrenn teir fóru undir hægri tónleikaralesnan í útheiminum.

 

Symfoniorkestrið er vanliga manna av umleið 70 tónleikarum. Harumframt er Kór Føroya Symfoniorkestur við umleið 120 góðum sangarum sum hava vunnið sær pláss í orkestrinum gjøgnum eina uptøkuroynd og stóra Barnakórið við 200 børnum. Tað er Føroya Sanglærarafelag sum fyriskipar stóra Barnakórið til Barna- og Jólakonsertina sum Symfoniorkestrið hevur havt fyrsta vikuskiftið í desember í mong ár.

Orkestrið hevur verið á trimum uttanlandaferðum hesi seinastu 30 árini. Í Hetlandi, Danmark og í sambandi við 30 ára hátíðarhaldið, hevði Symfoniorkestrið á heysti 2013 konsert í Akureyri og í heimskendu Hørpuni í Reykjavík.

– Poul Jákup Thomsen, stjóri[/vc_column_text][/vc_column][vc_column width=”1/2″][vc_column_text]Bygnaðurin hjá FSO

Fyrstu mongu árini var Symfoniorkestrið skipað við eini nevnd sum bleiv vald á aðalfundi. Valrætt høvdu teir tónleikarar sum høvdu goldið limagjald og valdu hesir nevndina sum stýrdi orkestrinum. Nevndin sum hevur situ seinastu 20 ári er:

Poul Jákup Thomsen, stjóri
Alex Sólstein, fíggjarleiðari
Bogi Lutzen, skrivari

Leiðslan er nú í eini skiftistíð, har tað frá 2015 verður farið yvir til at umboð fyri Norðurlandahúsið, Kringvarpið, Mentamálaráðið, vinnuna og eitt umboð fyri tónleikarnar skal virka sum eitt yvirskipað stýrið sum skal seta stjóran í Symfoniorkestrinum og sum hevur sum uppgávu m.a. at útvega økta inntøku til orkestrið so at virksemi kann økjast sum er ein fortreyt fyri orkesturmenningina!

Stjórin skal vegan stýrið hava dagligu leiðsluna og ábyrgd av fíggjarviðurskiftunum, leggja fíggjarætlanir fyri virksemi  og umboða og leiða og stýra og samstarva við teir stovnar sum t.d. Norðurlandahúsið, Kringvarpið, Mentamálaráðið, Kommunurnar og við teir starvsbólkarnar sum eru við til at reka virksemi hjá orkestrinum.

Hesir bókar eru:

  1. Programmnevndin, sum skal skipa tónlistarliga virksemi hjá orkestrinum og saman við stjóranum leggja langtíðarætlanir fyri orkestri sueisini tryggjar at tað er viðkomandi tónleikur sum orkestrið spælir og at hesin tónleikur vendir sær til allar teir áhugabólkar sum eitt symfoniorkestur kann virka fyri t.d. Barnakonsertir, Symfoniokonsertir, Familju- jóla og barnakonsertir, kórkonsertir og aðrar t.d. klassiskar rockkonsertir sum. T.d tann konsertin sum var saman við Frændir og Frettu
  2. Kórbólkurin sum virkar sum sambingarlið millum stjóran og kórið og verður tikin upp á ráð í sambandi við tá ið skráir og venjingarætlanir verða gjørdar fyri kórið
  3. Vinarfelagið verður umsitið av eini nevnd við 4 fólkum sum skulu virka fyri at fáa ein skara av viðhaldsfólkum sum stuðla orkestrinum fíggjarliga, samstundis skulu limir í Vinarfelagnum hjá FSO fáa fyrimunir av at kunna keypad t.d. atgongjumerki við avslátti og verða bjóðandi til fyrilestar um ymisk størri verk orkestrið spælir og sleppa við til t.d. uttanlandsferði v.m.
  4. Nótabólkurin við 2 fólkum hevur dagligu ábyrgdina av at deila út og savna inn aftur nótarnar til konsertirnar og halda skil í nótaarkivinum.
  5. Ljóðførisgrunnurin við 3 limum skal arbeiða fyri at fáa til vegan nýggj ljóðføri til orkestrið. Ætlanin er at partur av peninginum frá Vinarfelagnum skal fara til Orkesturgrunnin sum saman við stjóranum. Dirigentinum og programmnevndini skal gera eina raðfesting av hvørji ljóðføri orkestrið skal keypa.

– Leiðslan í FSO[/vc_column_text][/vc_column][/vc_row]