Nýggjárskonsertin 2022 / Sjónvarpssending

Føroya Symfoniorkestur, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya bjóðar endiliga tykkum øllum aftur til eitt brak av einari corona-nýggjárskonsert á sjónvarpsskýggjanum

 

Nýggjárskonsertin er fyri fólk í øllum aldri: Tónleikaskráin nemur hjartastreingirnar, og ber brá av undirhaldi, álvarsemi og miklum og kenslubornum verkum frá virdum útlendskum og føroyskum komponistum.

Kór og tríggir føroyskir solistar mynda konsertina
Til nýggjárskonsertina er hesuferð lagdur stórur dentur á kórið. Eftir tvey ár við einans corona-sangi, so sleppur kórið nú veruliga at folda seg út saman við Føroya Symfoniorkestri.

Úr stórlignu operaini Carmen hjá Georges Bizet syngur Herfinnur Árnafjall Toreador Song, har bæði sangur og undirhald er í hásæti. Baritonsangarin Herfinnur Árnafjall, ið býr í Tirol í Eysturríki sang sum barn í sunnudagsskúlanum hjá Filadelfia. Lærutíðin sum sangari byrjaði á sangskúlanum hjá Petru Iversen. Har frá gekk leiðing víðarið til Reykjavík, New York og endaði í Týsklandi á sangskúlanum Douglas Yates, Vocal Arts. Síðan hevur gingið slag í slag, og Herfinnur hevur arbeitt sum solistur, operasangari, framført operettir og musicals.

Evnaríki klaverleikarin Aksel Remmel, ið lesur á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium, vann í 2021 talentkappingina Stella Polaris, ið Tórshavnar Musikkskúli skipar fyri. Ein partur av vinningunum í elsta bólkinum er at framføra á nýggjárskonsertini saman við Føroya Symfoniorkestri. Aksel Remmel fer at spæla 1. sats av klaverkonsert nr. 2 hjá russiska komponistinum Sergej V. Rachmaninov.

Elin Brimheim Heinesen er kend sum songkvinna og tónasmiðjur, og hon hevur tríggjar útgávur á baki – NALJA, saman við Kára L. Jacobsen (1988), Yndisløg, saman við bólkinum Ad Libitum (2010) og soloútgávuna Handan Stjørnurnar (2018). Kendasta lagið hjá Elini er helst Eitt dýpi av dýrari tíð, gjørt til yrking hjá pápanum, Jens Paula Heinesen. Í 2002 kom lagið út av nýggjum, innspælt við City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri. Í november 2021 kom nýggja lagið Sóleyan út, – eisini innspælt við sama symfoniorkestri og kóri.

Bernharður Wilkinson stjórnar symfoniorkestrinum, og Tóra Vestergaard venur symfoniorkestur kórið.

GG!
Vegna coronastøðuna verða eingir áhoyrarar í salinum.

Vertir: Arnfríð Joensen Dahl og Tróndur Olsen

Nýggjárskonsertin 2021: Føroyskir solistar mynda konsertina

Vegna koronustøðuni verður nýggjárskonsertin í 2021 ein sjónvarpsframleiðsla uttan kór og áhoyrarar.

Hóast serligu støðuna hevur Føroya Symfoniorkestur gjørt av at halda fast í árligu siðvenjuni, og spæla størstu konsertina á árinum, nýggjárskonsertina. Tó verður hon øðrvísi í ár, einki kór framførir, og konsertin verður eisini spæld uttan áhoyrarar.

Tískil hava Føroya Symfoniorkestur, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið lagt seg eftir at gera eina so góða sjónvarpsframleiðslu sum ongantíð áður. Tónleikanevndin í orkestrinum hevur harafturat smíðað eina spennandi og undirhaldandi skrá saman við ikki minni enn sjey føroyskum solistum.

Ernst Remmel framførir 3. sats av trompetkonsert hjá Hummel í E-dur, og Johannes Andreasen fer at spæla klaverkonsert í A-dur eftir Mozart.

Á skránni eru eisini fimm føroyskir sangsolistar. Birita Poulsen framførir “Je veux vivre” eftir Gounod, Mike Viderø syngur slagaran “Cry me a River”. Sangbólkurin Sway, ið er mannaður við Katrinu Olsen, Daniu Tausen og Marionnu Nagata, fer at framføra eina nýggja syrpu yvir eldri føroyskar sangir. Atli Petersen hevur útsett syrpuna fyri orkestur.

Í ár fær Føroya Symfoniorkestur eisini góða hjálp frá núverandi og fyrrverandi næmingum úr musikkskúlunum. Sum vant er tað Bernharður Wilkinson, ið stjórnar symfoniorkestrinum.

Konsertin verður send í Kringvarp Føroya leygarkvøldið 9. januar kl. 19.30.

Vit gleða okkum at spæla fyri tykkum aftur!

Corona-virus hevur argað allan heimin í skjótt eitt hálvt ár. Føroya Symfoniorkestur hevur, eins og øll onnur, tikið atlit fyri nýggja veruleikanum, ið rakti okkum í marsmánaða. Várkonsertin, har Dávur Juul Magnussen skuldi verað solistur, varð flutt til várið 2021, og barnakonsertirnar vóru fluttar til heystið 2020.

Nú ber aftur til at savnast í minni bólkum við frástøðu, landamørkini lata upp aftur, og sóttarhaldið fellur burtur. Um góða gongdin heldur fram, so er møguleiki fyri, at Symfoniorkestrið kann framføra heystskránna sum ætlað. Men sum tit vita, so er alt sera ósikkurt, og støðan kann skjótt broytast – bæði góða vegin men eisini verra vegin.

Orkesturleiðslan hevur gjørt av at bíða sum longst við at lýsa heystskránna. Tess meira vitan og kunning vit hava, tess lættari er at taka avgerð um, hvussu vit skulu bera okkum at í heyst.

Vit gleða okkum at spæla fyri tykkum aftur!

Blíðar heilsur
Hans Petur í Brekkunum, stjóri

Várkonsertin 2020 hjá Føroya Symfoniorkestri verður útsett

Í seinastu viku kom tilmæli frá Heilsumálaráðnum í samband við Coronavirus. Síðan eru fyribyrgjandi átøk ímoti sjúkuni nú eisini sett í verk í Føroyum. Leiðslan í Føroya Symfoniorkestri hevur gjørt av at fylgja hesum tilmæli. Tískil boða vit við hesum frá, at Várkonsertin 2020, sum skuldi vera 21. mars í Norðurlandahúsinum fyribils er útsett.

”Vit høvdu øll glett okkum at spælt áhugaverdu og sera krevjandi várskránna. Tónleikararnir hava fyrireika seg væl, so tað er harmiligt, at vit nú noyðast at útseta konsertina, men hetta er tað rætta at gera, nú støðan er sum hon er”, sigur Hans Petur í Brekkunum, orkesturstjóri.

Tey, ið hava keypt atgongumerki til konsertina fáa peningin aftur við at venda sær til Norðurlandahúsið á teldupost nlh@nlh.fo. Í teldupostinum upplýsa tit kontonummar og navn á tí persóninum, sum hevur keypt atgongumerki.

 

Vinarliga heilsan

Føroya Symfoniorkestur

Hans Petur í Brekkunum verður nýggjur stjóri í Føroya Symfoniorkestri

Eitt samt stýri hevur sett Hans Petur í Brekkunum í starv sum stjóra fyri Føroya Symfoniorkestur. Hans Petur tekur við starvinum 1. november 2019, og hann fer at arbeiða saman við Poul Jákup Thomsen, fyrrverandi stjóra í orkestrinum, fyrstu tíðina.

10 umsóknir vóru til starvið, sum er tíðaravmarkað til fýra ár og kann verða longt fyri fýra ár í senn.

Hans Petur í Brekkunum er 46 ár og tók prógv í saxofonspæli frá Det Jyske Musikkonservatorium í 2000. Eftir loknan lestur starvaðist hann sum tónleikalærari, áðrenn hann seinni gjørdist tónleikari burturav. Seinastu 12 árini hevur hann starvast sum leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Hans Petur er júst útbúgvin Executive Master of Business Administration á Niels Brock Executive/Middlesex University London.

– Vit eru fegin um, at tað eydnaðist at seta ein stjóra við dyggum innliti í bæði leiðslu og tónleiki á hægsta stigi. Vit gleða okkum til eitt gott samstarv við Hans Petur og ikki minst eina framhaldandi menning av Føroya Symfoniorkestri, sigur Jógvan Thomsen, formaður í stýrinum.

Føroya Symfoniorkestur er ein sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at reka symfoniorkestur á høgum stigi, og við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki og við hesum gera tónleikalívið her á landi fjølbroytt og dygdargott.

Orkestrið hevur 5-6 konsertverkætlanir um árið.

Stjóri til Føroya Symfoniorkestur

Føroya Symfoniorkestur (FSO) sóknast eftir nýggjum stjóra

Starvslýsing

Stjórin hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum hjá orkestrinum og hevur mótvegis stýrinum ábyrgdina av fíggjarviðurskiftum, marknaðarføring, listarligu leiðsluni og fyrisitingini. Stjórin mannar orkestrið í samráð við samstarvsnevndina og ger á hvørjum ári fíggjarætlan fyri komandi tónleikaár, sum verður send stýrinum at góðkenna. Harumframt er stjórin skrivari hjá stýrinum, samstarvsnevndini og stendur fyri umstiting av heimasíðu og intraneti hjá orkestrinum. Saman við tónleikanevndini hevur stjórin listarligu leiðsluna av orkestrinum og skal eisini virka fyri, at menna fíggjarliga grundarlagið hjá orkestrinum. Stjórin hevur tilvísing til stýrið.

Talan er um eitt starv við nógvum samskifti við tónleikarar og samstarvspartar hjá orkestrinum. Góð evni at fyriskipa, samstarva og samskifta er ein avgerandi treyt. Neyðugt er við góðum innliti í tónleik og viðurskifti í sambandi við framførðslu av symfoniskum tónleiki. Harumframt er neyðugt við førleika til at fyrisita og umsita fíggjarviðurskifti.

Løn og setanartreytir
Talan er um eitt parttíðarstarv við skiftandi arbeiðstíð. Starvið er tíðaravmarkað til fýra ár og kann verða longt fyri fýra ár ísenn.

Tann sum settur verður má kunna átaka sær at arbeiða eftir tørvi. T.v.s at arbeiðstíðin er serliga nógv kring konsertirnar.  Løn sambært avtalu.

Ynskir tú at fáa meira ítøkiligar upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við fráfarandi stjóran Poul Jákup Thomsen fart. 211112 ella pj.skarvanes@gmail.com ella stýrisformannin, Jógvan Thomsen, fart. 556021, ella jt@vs.fo.

Umsókn
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til Grannskoðaravirkið SPEKT, teldupostadressa:  fz@spekt.fo
Merkt: Umsókn til FSO

Umsóknir skulu vera Føroya Symfoniorkestri í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. august 2019 kl. 12:00. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Føroya Symfoniorkestur
Til Heyst, Vár og Nýggjárskonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri við høgum torleikastøðið, eru vanliga umleið 60 tónleikarar. Hetta eru yrkislærdir tónleikarar sum búgva og virka í Føroyum, føroyskir- og útlendskir yrkislærdir tónleikarar, sum búgva uttanlands, framkomnir næmingar í Føroya Musikkskúla og góðir óyrkislærdir tónleikarar. Til Jólakonsertirnar og hesi síðstu tvey árini til barnakonsertirnar, eru í høvuðsheitum bert tónleikarar búsitandi í føroyum við til konsertirnar, harav minst helvtin er musikkskúlanæmingar. Í FSO er eitt úrvalskór við 80 sangarum og FSO samarbeiðir við Sanglærarafelagið um eitt barnakór. FSO hevur 5-6 konsertverkætlanir um árið.

Meira kunning um orkestrið er at finna á heimasíðuni: www.fso.fo