[vc_row][vc_column][themeum_title position=”center” title=”KOMANDI KONSERTIR” size=”40″ color=”#8c6239″][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”3326″ img_size=”1200×500″ title=”Jens Pauli Heinesen fagnaður á 90 ára degnum við nýggjum symfoniskum verkum”][vc_empty_space height=”16px”][vc_btn title=”Keyp atgongumerkir / Køb billetter / Buy tickets” color=”warning” size=”lg” align=”center” link=”url:https%3A%2F%2Ftix.fo%2Ffo%2Fnlh%2Fbuyingflow%2Ftickets%2F433%2F999%2F||target:%20_blank|” button_block=”true”][vc_column_text]
Rithøvundurin Jens Pauli Heinesen sáli hevði fylt 90 ár 12. november í ár. Hetta kvøldið verður hann fagnaður á stórfingnari heiðurs- og útgávukonsert. Gleð teg til framførslu av nýggjum symfoniskum tónleiki til yrkingar hjá Jens Paula Heinesen, umframt annað undirhald á skránni.
Suni Merkisstein verður vertur og leiðir áskoðararnar gjøgnum kvøldið. Onnur á pallinum verða:
- Føroya Symfoniorkestur, stjórnað av Bernharði Wilkinson dirigenti
- Elin Brimheim Heinesen, fyriskipari og sangsolistur
- Enzo De Rosa, tónasmiðjur og konsertpianistur
- Kórið Tarira
- Tórshavnar Manskór
Millum tónleikaframførslurnar verður prát, stuttar framløgur og upplestur – m.a. við:
- Jógvani Isaksen, rithøvundi og bókmentafrøðingi
- Anniku Hoydal, songkvinnu og sjónleikara
- Sonna Smith, journalist og sjónleikara
- Páll Danielsen, sjónleikara
- Gullu Øregaard, dokumentarfilmsleikstjóra
- o.o.
Hóast tær eru fáar, so eru yrkingarnar, sum Jens Pauli Heinesen skrivaði í lívi sínum, merkisverdar. Til heiðurs fyri høvundin verður sjóneykan nú sett á seks av vøkru og sigandi yrkingum hansara, sum dóttirin Elin Brimheim Heinesen hevur tónasett.
Hópfígging eydnaðist
Elin verksetti fyrst eina hópfíggingarverkætlan í 2021, sum fíggjaði symfonisku útgávuna av lagnum Sóleyan lýsir um fløtur. Síðani fór hon undir eina hópfíggingarverkætlan aftrat í 2022 og søkti stuðul frá grunnum og fyritøkum til útgávu og framførslu av teimum seks løgunum, hon hevur gjørt til yrkingar hjá pápa sínum. Tað eydnaðist at enda at fáa nóg mikið til, at framleiðslan og frumframførslan av tónleikinum kundi fremjast.
Elin hevur samstarvað við italska tónasmiðin og konsertpianistin Enzo De Rosa, sum hevur gjørt stórfingna útseting fyri symfoniorkestur og kór til nýggju løgini hjá Elini og Jens Paula. Fimm av teimum seks verkunum verða frumframførd á fagnaðarkonsertini. Konsertin endar síðan við lagnum, allir føroyingar kenna: Eitt dýpi av dýrari tíð. Fortíð og nútíð verða á henda hátt flættað saman og framtíðarinnar mentanararvur skaptur.
Her ber til at síggja sjónbandalagið Sóleyan lýsir um fløtur: https://youtu.be/KHFIqjqT4Gg
Stuðlar
Yvir 250 privatpersónar á hopfigging.fo
Uttanríkis- og Mentamálaráðið
Mentanargrunnurin
Tórshavnar Kommuna
Vága Kommuna
MOWI
KT-húsið
Plátufelagið Tutl
[/vc_column_text][vc_empty_space height=”16px”][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”3332″ img_size=”1200×500″ title=”Jóla- og familjukonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri”][vc_empty_space height=”16px”][vc_btn title=”Keyp atgongumerkir / Køb billetter / Buy tickets” color=”warning” size=”lg” align=”center” link=”url:https%3A%2F%2Ftix.fo%2Ffo%2Fnlh%2Fbuyingflow%2Ftickets%2F459%2F1033%2F||target:%20_blank|” button_block=”true”][vc_column_text]
Árligu jóla- og familjukonsertirnar verða spældar vikuskiftið 3. og 4. desember í Norðurlandahúsinum. Tríggjar konsertir eru á skrá, ein leygardag og tvær sunnudag.
Ungir solistar
Yngva S. Lamhauge og Sanna Bæk Hoydal, ið blivu ávikavist nr. 1 og nr. 2 í Stella Polaris-kappingini í 2020, og unga sangtalentið Beinta Ingeborg Greve verða solistar til jólakonsertina. Vit eru spent upp á at hoyra teir ungu og dugnaligu tónleikararnar spenna seg út.
Eitt jólakór í aldrinum 8-16 ár, undir leiðslu av Edith Dahl Jacobsen og Joannu Johansen, luttaka eisini á konsertini. Hesi børnini syngja til dagligt í Nova, Stella og Cantus, ið eru barna- og ungdómskór úr Tórshavnar Musikkskúla.
Jóla- og familjukonsertin er eitt samstarv við musikkskúlarnar, og her sleppa musikkskúlanæmingar at royna seg í einum stórum orkestri við professionellum spælarum.
Konsertskráin er á tremur við kendum jólatónleiki, so nú er bert at gleða seg til jóla.
Vælkomin á jólakonsert!
Solistar: Sanna Bæk Hoydal (sangur) Yngva S. Lamhauge (altsaxofon), Beinta Ingeborg Greve (sang)
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Frásøgufólk: Eva á Rógvu
Kostnaður 150 kr og 50 kr fyri børn (13 ár og yngri)
[/vc_column_text][vc_empty_space height=”16px”][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][themeum_title position=”center” title=”GAMLAR KONSERTIR” size=”40″ color=”#8c6239″][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”3261″ img_size=”1200×500″ title=”Heystkonsert 2022″][vc_column_text]
Mynd: Akira Helmsdal Carré
[/vc_column_text][vc_empty_space height=”16px”][vc_btn title=”Keyp atgongumerkir / Køb billetter / Buy tickets” color=”warning” size=”lg” align=”center” link=”url:https%3A%2F%2Fwww.nlh.fo%2F%3Fevent%3D8583%2Fheystkonsertin-2022||target:%20_blank|” button_block=”true”][vc_column_text]
Heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri
Á fyrstu konsertini eftir summarfrítíðina fer Føroya Symfoniorkestur at framføra tvey verk. Frumframførsla verður av klaverkonsert, ið Kristian Blak hevur skrivað. Mattias Dimitris Kapnas er solistur. Eisini framførir orkestrið Brahms 4. symfoni.
Í samband við hesa konsertina vitjar finski dirigenturin Petri Sakari, sum eisini fer at stjórna orkestrinum.
Klaverkonsert – Kristian Blak (1947)
Trummur við skinni úr Stóru Dímum og gróti úr Porkeri, Froðba og Hvalba eru nøkur av heimagjørdu ljóðførunum, sum eru framleidd til frumframførsluna av klaverkonsertini. Verkið er í trimum satsum, sum eita ”Helluljóð”, ”Skinn” og ”Sjógvur og Klettur”.
Kristian Blak samantvinnar ofta aðrar listagreinir, sum til dømis yrkingar og sjónleik í síni verk. Arbeiðið hjá honum er inspirerað av føroysku náttúruni, og fuglar, sjógvur hoyrist ofta aftur í hansara kompositiónum, og eisini í nýggju klaverkonsertini.
Solistur – Mattias Dimitris Kapnas (1991)
Mattias tók sína masterútbúgving á lærda tónlistaháskúlanum í Keypmannahavn, har hann m.a. granskaði føroyskan klavertónleik.
Mattias er sera alkønur tónleikari. Tosa vit um nútíðartónleik á tí sonevnda “klassiska” økinum, so hevur hann longu sum fáur víst gávur at tulka og geva hesum nýggja tónleiki lív.
Í 2015 framførdi Mattias á fyrsta sinni við Føroya Symfoniorkestri.
Han hevur røtur í Finnlandi, Grikkalandi og Belgja, men hann býr í Sandavági, og allur heimurin er hansara pallur.
4. Symfoni– Johannes Brahms (1833-1897)
Symfoniin er tann seinasta, Brahms skrivaði. Gjøgnum 30 ár bardist Brahms sum ein óður við sínar symfoniir, hetta tí hann vildi hava teir at liva upp til tær nýggju symfoniirnar, sum Beethoven hevði skrivað eini 60-70 ár áðrenn.
Brahms var kendur fyri at vera sera sjálvkritiskur, og ein rúgva av hansara verkum endaðu á eldstaðnum.
Sum tann einasta av hansara fýra symfonium gongur henda symfoniin í mol, og tungi tónleikurin ber fram minnir um verkið ”Ein Deutsches Reqiem”, sum Brahms skrivaði fleiri ár frammanundan.
Dirigentur – Petri Sakari (1958)
Petri Sakari, ið upprunaliga er violinleikari, tók í1981 prógv frá Sibelius Academinum í bæði violinspæli og orkesturleiðslu. Hann er víða kendur fyri sínar greiðu tulkingar, dýbd og skilvit.
Stutt eftir lokna útbúgving slapp han at royna seg hjá Finska Radio Symfoniorkestrinum, Lahti Symfoniorkestra og Turku Filamonikarunum.
Í 10 ár var Petri Sakari høvusdirigentur hjá Íslendska Symfoniorkestrinum.
Sum gestadirigentur hevur hann stjórnað stórum og kendum orkestrum í Hollandi, Týsklandi, Ungarn, Rumenien, Mexico, Svøríki, og nú vitjar hann eisini í Føroyum.
Dirigentur: Petri Sakari (FI)
Solistur: Mattias Dimitris Kapnas (FO)
Tíð: Leygardagin 24. september kl. 19.30
Stað: Norðurlandahúsið
Kostnaður: Vaksin 345 kr., lesandi 195 kr.
Høstkoncert med Færøernes Symfoniorkester
Færøernes Symfoniorkester får besøg af den finske dirigent Petri Sakari. Med ham i spidsen spiller orkesteret to værker. Der tale om en uropførelse af klaverkoncert, som Kristian Blak har skrevet. Mattias Dimitris Kapnas er solist. Det andet værk er Brahms 4. Symfoni
Klaverkoncert – Kristian Blak (1947)
Lyden af hjemmelavede trommer af lammeskind frá “Stóru Dìmun”, færøske klippesten fra bygderne “Porkeri”, Froðba og Hvalba er en del af oplevelsen til koncerten.
Kristian Blak blander ofte andre kunstgenrer ind i sin musik. Det kan foreksempel være digtoplæsning, skuespil eller kunstmalere.
Hans arbejde er inspireret af naturen, hvilket vil kunne høres til fremførelsen af klaverkoncerten.
Solist – Mattias Dimitris Kapnas (1991)
Mattias er uddannet fra Det Kongelige Danske Musikkonservatorium i København, hvor hann bl.a. granskede i færøsk klavermusik.
Hans repertoire favner bredt fra klassisk til rytmisk og eletronisk musik.
Mattias spillede med Færøernes Symfoniorkester for første gang i 2015. Han har en blændende evne at fortolke værker og give dem nyt liv.
4. Symfoni– Johannes Brahms (1833-1897)
Symfonien er den sidste i rækken Brahms symfonier. Brahms var kendt for at være meget selvkritisk, og gennem 30 år kæmpede han en indædt kamp med sine symfonier. Han ville ikke stå tilbage for de ni symfonier som Beethoven havde skrevet 60-70 år tidligere. Derfor var det ikke sjældent at hans nye værker endte som brænde på indstedet.
Gæstedirigent Petri Sakari (1958)
Petri Sakari, er oprindeligt violinist. I 1981 afsluttede han sine studier på Sibelius Akademiet i Finland. Han tog eksamen i både violin og direktion.
Som dirigent er Petri Sakari er kendt og respekteret for sine klare fortolkninger, dybde og intelligens.
I 10 år var han chef dirigent hos den Islandske Symfoniorkester, og som gæstedirigent har ha stået i spidsen for de store orkestre i lande som Holland, Tyskland, Ungarn, Rumænien, Mexico, Sverige, og nu besøger han også Færøerne.
Dirigent: Petri Sakari (FI)
Solist: Mattias Dimitris Kapnas (FO)
Tid: Lørdag 24. september kl. 19.30
Sted: Norðurlandahúsið
Pris: Voksne 345 kr., studerende 195 kr.
Autumn concert – The Faroese Symphony Orchestra
The Finnish conductor Petri Sakari is visiting The Faroese Symphony Orchestra and will conduct the Autumn concert. The orchestra will perform two pieces. The first piece is a premiere of a Piano Concerto, written by Kristian Blak. Mattias Dimitris Kapnas is the soloist. The second work is Brahms’ 4th Symphony.
Piano Concerto – Kristian Blak (1947)
The sound of homemade lambskin drums from “Stóru Dìmun”, and Faroese rock stones from the villages “Porkeri”, Froðba and Hvalba are part of the experience for this concert.
Kristian Blak often mixes other art genres into his music. It can be, for example, poetry readings, plays or painters.
work is inspired by nature, which will be heard in the performance of the piano concerto.
Soloist – Mattias Dimitris Kapnas (1991)
Mattias is a graduate of the Royal Danish Academy of Music in Copenhagen, where he, among other things. examined in Faroese piano music. His repertoire ranges from classical to rhythmic and electronic music.
Mattias has a dazzling ability to interpret works and give them new life and he played with the Faroe Islands Symphony Orchestra for the first time in 2015
4. Symphony – Johannes Brahms (1833-1897)
The symphony is the last in a series of Brahms symphonies. Brahms was known for being very self-critical, and for 30 years he fought a fierce battle with his symphonies. He would not be left behind for the nine symphonies that Beethoven had written 60-70 years earlier. Being self-critical it was not uncommon for his works to end up as firewood on the spot.
Guest Conductor Petri Sakari (1958)
Petri Sakari completed his studies at the Sibelius Academy in Finland in 1981. He graduated in both violin and conducting.
Petri Sakari is known for his clear interpretations, depth and intelligence.
For 10 years he was chief conductor of the Icelandic Symphony Orchestra, and as a guest conductor has led the large well-known orchestras in countries such as the Netherlands, Germany, Hungary, Romania, Mexico, Sweden, and now he also visits the Faroe Islands.
Conductor: Petri Sakari (FI)
Soloist: Mattias Dimitris Kapnas (FO)
Time: Saturday 24 September at 19.30
Location: Nordic House
Price: Adults DKK 345, students DKK 195.
[/vc_column_text][vc_empty_space height=”16px”][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”3194″ img_size=”1200×500″ title=”Barnakonsertir 2022″]
Sunnudagur 3.apr kl. 15:00 (Almenn konsert)
Mánadagur 4.apr kl. 9:00, 10:05, 11:10 (Tilmelding)
Týsdagur 5.apr kl. 9:00, 10:05, 11:10 (Tilmelding)
Mikudagur 6.apr kl. 9:00, 10:05, 11:10 (Tilmelding)
Skrá:
Apollonia eftir Edward Fuglø
Við fyrivarni fyri broytingum[/vc_column_text][vc_empty_space height=”16px”][vc_btn title=”Keyp atgongumerkir” color=”warning” size=”lg” align=”center” link=”url:https%3A%2F%2Fwww.nlh.fo%2F%3Fevent%3D8027%2Fapollonia||target:%20_blank|” button_block=”true”][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”3177″ img_size=”1200×500″ title=”Várkonsert 2022″][vc_empty_space height=”16px”][vc_column_text]
Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri
Føroya Symfoniorkestur hevur sum aðalmál, at menning og kvalitetur til eina og hvørja tíð skulu ganga hond í hond. Nú er bogin er enn einaferð spentur.
Skráin til várkonsertina er uttan iva mest krevjandi konsertskrá, sum skjótt 40 ára gamla orkestrið hevur framført. Orkestrið hesuferð telur 73 tónleikarar.
Akademisk Festival Ouvertura – Johannes Brahms (1833-1897)
Á summarferiu í vælveru býnum Bad Ischl í Eysturríki í 1880, skrivaði Brahms stuttligu festival ouverturuna.
Við hárfínari javnvág millum seriøs og meira løtt elementir leggur Brahms størri dent á ”festivalin” enn tað “akademiska”.
Brahms segði sjálvur, at verkið er sum ein potpourri full av larmandi studentarsangum.
Ouverturan er eitt av mest spældu verkum hjá Brahms. Undir leiðslu av komponistinum, varð verkið frumframført í 1881.
Concerto pour saxophone – Henri Tomasi (1901-1971)
Solistur: Kristina Thede Johansen, saxofon
Saxofonkonsertin er skrivað í 1949 og var ognað kenda franska saxofonistinum Marcel Mule. Verkið, ið er í tveimum satsum, varð latið inn í samband við verk-kapping hjá tónlistaháskúlanum í París.
Kristina Thede Johansen lesur í løtuni ein kandidat í Music Performance og Arts Management á Sibelius Akademiinum í Finnlandi. Lærari hennara er Joonatan Rautiola. Eisini nemur hon sær solistprógv frá Det Jyske Musikkonservatorium í Aarhus. Kristina er virkin kamartónleikari og fastur limur í mangt annað Ensemble Eiradís, EKA og Nordic Saxophone Collective.
Symfoni Fantastique – Hector Berlioz (1803-1869)
Ólukkuligur kærleiki er ikki ókent tema í listini. Hector Berlioz, ið upprunaliga var útbúgvin lækni, skrivaði hesa symfonisku yrkingina. Hóast óteljandi kærleiksbrøv til ensku sjónleikarinnuna Harriet Smithson, lat hon ikki við seg koma.
Berlioz skrivar í sínum endurminningum, at tónleikurin lýsir dreymarnar hjá einum ungum manni, sum eftir ein miseydnaðan kærleika hevur mist hugin til lívið. Verkið bleiv frumframført í París í 1830.
Hóast tann elskandi og hin útvalda ikki ganga saman í yrkingini, so hittast tey aftur í París trý ár seinni. Tey giftust í 1833, men hjúnarlagið var ikki gott. Eftir 10 árum saman fóru tey hvør til sítt.
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Solistur: Kristina Thede Johansen (FO)
Tíð: Leygardagin 19. mars kl. 19.30
Stað: Norðurlandahúsið
Kostnaður: Vaksin 350 kr., lesandi 200 kr.
[/vc_column_text][vc_btn title=”Keyp atgongumerkir” color=”warning” size=”lg” align=”center” link=”url:https%3A%2F%2Ftix.fo%2Ffo%2Fnlh%2Fbuyingflow%2Ftickets%2F347%2F844%2F||target:%20_blank|” button_block=”true”][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”3175″ img_size=”1200×500″ title=”Wiener klassisk konsert 2022″][vc_empty_space height=”16px”][vc_column_text]
Føroya Symfoniorkestur og Beethoven í Løkshøll og Hátún
Catherine Larsen-Maguire stjórnar orkestrinum og Jóhannes Andreassen er solistur
Ludvig Van Beethoven er á skránni til fyrstu konsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri í ár. Verkini, ið
verða framførd, eru Coriolan-ouverturan, klaverkonsert nr. 4 og tann 4. symfoniin.
Í 2020 vóru tað 250 ár síðan Ludwig Van Beethoven varð føddur. Hetta bleiv hátíðarhildið við fagnaðarkonsertum um allan heim. Føroya Symfoniorkestur fagnaði í hesum sambandi eisini tónaskaldinum og framførdi kendu 9. symfoniina í fullsettum Norðurlandahúsi.
Gestadirigentur
Orkestrið fær eisini vitjan av dirigentinum Catherine Larsen-Maguire. Catherine er ættað úr Onglandi og er búsitandi í Berlin. Hon er upprunaliga fagottspælari, men hevur seinastu mongu árini ferðast runt heimin og arbeitt sum dirigentur hjá orkestrum sum London Philharmonic Orchestra, BBC National Orchestra of Wales og Deutsches Kammerorchester Berlin.
Føroyskur solistur
Jóhannes Andreasen, ið uttan iva er mest royndi klaverspælarin vit eiga, framførir klaverkonsert nr. 4.
Jóhannes hevur tikið útbúgving í klaverspæli og tónleikanámsfrøði á Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien í Eysturríki. Eftir tað las hann kamartónleik á International Menuhin Music Academy og var seinni næmingur í meistaraflokkinum hjá víðagitna læraranum Peter Feuchtwanger í London.
Frá ungum árum hevur Jóhannes verið íðin kamartónleikari. Hann var ein teirra, ið stovnaðu Aldubáruna í 1995.
Sum einleikari hevur hann spælt konsertir í London, Helsinki, Reykjavík og Wien. Jóhannes hevur lagt stóran dent á wienarklassiska tíðarskeiðið og á nýskrivaðan tónleik.
Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire (UK)
Tíð: Fríggjadagin 18. februar kl. 19.30
Stað: Løkshøll
Kostnaður: Vaksin 300 kr., lesandi 200 kr.
Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire (UK)
Tíð: Leygardagin 19. februar kl. 16.00
Stað: Hátún
Kostnaður: Vaksin 300 kr., lesandi 200 kr.
Við fyrivarni fyri broytingum[/vc_column_text][vc_btn title=”Keyp atgongumerkir til Løkshøll” color=”warning” size=”lg” align=”center” link=”url:https%3A%2F%2Fwww.atgongumerki.fo%2F1435985%2Ffoeroya-symfoniorkestur-og-beethoven-i-loekshoell||target:%20_blank|” button_block=”true”][vc_btn title=”Keyp atgongumerkir til Hátún, Tórshavnar Musikkskúli” color=”warning” size=”lg” align=”center” link=”url:https%3A%2F%2Fwww.atgongumerki.fo%2F1436046%2Ffoeroya-symfoniorkestur-beethoven||target:%20_blank|” button_block=”true”][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”2994″ img_size=”1200×500″ title=”AVLÝST – Nýggjárskonsertir 2022″][vc_empty_space height=”16px”][vc_column_text]
***AVLÝST vegna korona***
Leygarkvøld 8.jan kl. 19:30
(FO)
Nýggjárskonsertin 2022
Føroya Symfoniorkestur, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya bjóðar endiliga tykkum øllum aftur til eitt brak av einari corona-nýggjárskonsert á sjónvarpsskýggjanum leygarkvøldið 8. januar kl. 19.30.
Nýggjárskonsertin er fyri fólk í øllum aldri: Tónleikaskráin nemur hjartastreingirnar, og ber brá av undirhaldi, álvarsemi og miklum og kenslubornum verkum frá virdum útlendskum og føroyskum komponistum.
Kór og tríggir føroyskir solistar mynda konsertina
Til nýggjárskonsertina er hesuferð lagdur stórur dentur á kórið. Eftir tvey ár við einans corona-sangi, so sleppur kórið nú veruliga at folda seg út saman við Føroya Symfoniorkestri.
Úr stórlignu operaini “Carmen” hjá Georges Bizet syngur Herfinnur Árnafjall “Toreador song”, har bæði sangur og undirhald er í hásæti. Baritonsangarin Herfinnur Árnafjall, ið býr í Tirol í Eysturríki sang sum barn í sunnudagsskúlanum hjá Filadelfia. Lærutíðin sum sangari byrjaði á sangskúlanum hjá Petru Iversen. Har frá gekk leiðing víðarið til Reykjavík, New York og endaði í Týsklandi á sangskúlanum Douglas Yates, Vocal Arts. Síðan hevur gingið slag í slag og Herfinnur hevur arbeitt sum solistur, operasangari, framført operettir og musicals.
Evnaríki klaverleikarin Aksel Remmel, ið lesur á “ Det Kongelige Danske Musikkonservatorium, vann í 2021 talent-kappingina Stella Polaris kappingina, ið Tórshavnar Musikkskúli skipar fyri. Ein partur av vinningunum í elsta bólkinum er at framføra á nýggjárskonsertini saman við Føroya Symfoniorkestri. Aksel Remmel fer at spæla 1. sats av klaverkonsert nr. 2 hjá russiska komponistinum Sergej V. Rachmaninov.
Elin Brimheim Heinesen er kend sum songkvinna og tónasmiðjur, og hevur hon tríggjar útgávur á baki – NALJA, saman við Kára L. Jacobsen (1988), Yndisløg, saman við bólkinum Ad Libitum (2010) og soloútgávuna Handan Stjørnurnar (2018). Kendasta lagið hjá Elini er helst Eitt dýpi av dýrari tíð, gjørt til yrking hjá pápanum, Jens Paula Heinesen. Í 2002 kom lagið út av nýggjum, innspælt við City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri. Í november 2021 kom nýggja lagið Sóleyan út, – eisini innspælt við sama symfoniorkestri og kóri.
Bernharður Wilkinson stjórnar symfoniorkestrinum og Tóra Vestergaard venur symfoniorkestur kórið.
Konsertin verður send í Kringvarp Føroya leygarkvøldið 8. januar kl. 19.30.
GG!
Vegna coronastøðuna verða eingir áhoyrarar í salinum.
Vertir: Arnfríð Joensen Dahl og Tróndur Olsen
Longd: 70 min.
(Dk)
Nytårskoncerten 2022
Færøernes Symfoniorkester, Norden Hus og Kringvarp Føroya vil hermed initere jer til et brag af en fjernsyns-corona-nytårskoncert lørdag 8. januar kl. 19.30.
Nytårskoncerten henvender sig til alle aldre og programet kommer hele vejen rundt i følelsesregisteret, og er både alvorligt, underholdende, romantisk og storslået.I særdeleshed er vi henrykte over at vores kor igen kan synge sammen orkesteret. Koret er med til at løfte koncerten op på et andet plan, og har til koncerten fået en ekstraordinær stor rolle.
Færøske solister
Baritonsangeren Herfinnur Árnafjall, som til daglig er bosat i Tirol i Østrig vender hjem for en kort visit for at fremføre “Toreador song” fra Carmen-operaen.
Herfinnur har studeret i Reykjvik, New York og afsluttede sine sangstudier i Tyskland på Douglas Yates, Vocal Arts. Sidenhen har Herfinnur Árnafjall arbeijdet som solist, operasanger, og har sunget operetter og musicals.
Klavertalentet Aksel Remmel, som til daglig studerer på Det Kongelige Danske Musikkonservatorium, vandt i 2021 talent-konkurrencen Stella Polaris for unge færøske musikere. En del af 1. Præmien var at være solist med Færøeres Symfoniorkester til nytårskoncerten.
Aksel Remmel fremfører 1. sats af klaverkoncert nr. 2 af Sergej V. Rachmaninov.
Elin Brimheim Heinesen er, på Færøerne, kendt som sangerinde og komponist.
Hun har udgivet tre værker – NALJA, sammen med Kára L. Jacobsen (1988), Yndisløg, med gruppen Ad Libitum (2010) og soloudgivelse Handan Stjørnurnar (2018).
Elin Brimheim Heinesen fremfører sangen Sóleyan, som er et digt skrevet af forfatteren, Jens Pauli Heinesen, og som Elin Brimheima Heinesen har sat musik til.
Bernharður Wilkinson svinger dirigentstokken og Tóra Vestergaard afholder prøverne med symfoniorkesterkoret frem til koncerterne.
Koncertin bliver sendt direkte i fjernsynet (Kringvarp Føroya) lørdag 8. januar kl. 19.30.
OBS!
Der bliver ikki solgt billettir til koncerten.
Værter: Arnfríð Joensen Dahl og Tróndur Olsen
Koncertlængde: 70 min
(UK)
The New Year’s Concert 2022
The Faroe Islands Symphony Orchestra, The Nordic House and Kringvarp Føroya will hereby invite you to a bang of a Corona New Year’s concert on Friday the 7th of january and Saturday the 8th of january at 19.30.
The New Year’s concert is aimed at all ages and the program comes all the way around the emotional register, and is both serious, entertaining, romantic and magnificent.
In particular we are delighted that our choir again will sing with the orchestra. The choir helps to lift the concert to another level.
Faroese soloists
Baritone singer Herfinnur Árnafjall, who lives in Tyrol in Austria will return back home for a short visit to perform “Toreador song” from the Carmen Opera.
Herfinnur studied in Reykjvik, New York and completed his studies in Germany at Douglas Yates, Vocal Arts. Since then, Herfinnur Árnafjall has worked as a soloist, opera singer, and has sung operettas and musicals.
The talented pianoplayer Aksel Remmel, who studies at the Royal Danish Academy of Music in Copenhagen, won the talent competition Stella Polaris for young Faroese musicians in 2021. Part of the 1st prize was to be a soloist with the Faroe Islands Symphony Orchestra for the New Year’s concert.
Aksel Remmel performs 1st movement of Piano Concerto No. 2 by Sergei V. Rachmaninov.
Elin Brimheim Heinesen is, in the Faroe Islands, known as a singer and composer.
She has published three works – NALJA, together with Kára L. Jacobsen (1988), Yndisløg, with the group Ad Libitum (2010) and solo release Handan Stjørnurnar (2018).
Elin Brimheim Heinesen performs the song Sóleyan, which is a poem written by her father the author, Jens Pauli Heinesen and to which Elin Brimheim Heinesen has set music.
Bernharður Wilkinson sonducts the orchestra and Tóra Vestergaard holds the rehearsals with the symphony orchestra choir.
The concert will be broadcast live on television (Kringvarp Føroya) on Saturday 8 January at 19.30.
OBS!
The concert will be without audience.
Hosts: Arnfríð Joensen Dahl and Tróndur Olsen
Concert length: 70 min.
Við fyrivarni fyri broytingum[/vc_column_text][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”2986″ img_size=”1200×500″ title=”Heystkonsert 2021″][vc_empty_space height=”16px”][vc_column_text]
Mikukvøld 20.okt kl. 19:30 í Norðurlandahúsinum
Hóskvøld 21.okt kl. 19:30 í Mentanarhúsinum SALT
Við fyrivarni fyri broytingum[/vc_column_text][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”3035″ img_size=”1200×500″ title=”Beinta – Nordic Music Days 2021″][vc_empty_space height=”16px”][vc_btn title=”Keyp atgongumerkir” shape=”square” color=”warning” size=”lg” align=”center” button_block=”true” link=”url:https%3A%2F%2Fwww.nlh.fo%2F%3Fevent%3D7088%2Fbeinta||target:%20_blank|”][vc_empty_space height=”16px”][vc_column_text]
Mikukvøld 1. sep kl. 19:30
Dirigentur: Bernharður Wilkinson
Solistur: Anna Katrin Egilstrøð
Skrá: Beinta (FO/DK verk)
Beinta er ivaleyst kendasta søguliga kvinnan í Føroyum. Hon var fødd í valaumstøðum í Havn í 18’indu øld, men endaði dagar sínar í armóð, aftaná trý vanlukkulig hjúnaløg við trimum ymiskum prestum. Síðani deyða hennara í 1752, hevur Beinta verið lýst sum ein ónd kvinna, ið hevði skyldina í ruðuleikunum, ið vóru atvoldin til, at menn hennara doyðu.
Í hesi symfonisku song-ringrás, sum tónaskøldini Anna Katrin Egilstrøð og Allan Gravgaard Madsen hava smíðað, eru sagnirnar um Beintu snúningspunktið um listarliga rannsókn av fløktu mótsetningunum í huganum. Hetta verk fekk góð ummæli frá donsku miðlunum, tá tað kom út í 2016 og fekk sama árið hægstu viðurkenning frá danska lista grunninum. Beinta er eitt vakurt verk, bæði fyri roynda áhoyraran og tey, ið ongantíð áður hava verið til eina klassiska konsert.
Við fyrivarni fyri broytingum[/vc_column_text][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”2994″ img_size=”1200×500″ title=”Várkonsert 2021″][vc_empty_space height=”16px”][vc_column_text]
Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur
Føroya Symfoniorkestur spældi árligu nýggjárskonsertina fyri ongum áhoyrarum, so nú gleða vit okkum sera nógv at spæla fyri tykkum aftur.
Várskráin fevnir um tríggjar komponistar í serklassa og trý verk, ið hava ymiskar formar og eru ymiskar í orkestrering.
Áhoyrarin kann gleða seg til at hoyra eitt orkestur, ið hungrar eftir at spæla fyri tykkum aftur.
La Création du monde – Darius Milhaud
Darius Milhaud møtti jazzinum í 20’unum í London. Jazzurin hugtók hann so nógv, at hann mátti fara yvir til Amerika at uppliva henda tónleikin. Heimkomin frá amerikuferð í 1922 skrivaði franski komponisturin Darius Milhaud ballettina La Création du monde til eina libretto av Blaise Cendrars.
Á síni ferð kom Milhaud nógv saman við jazztónleikarum, ið hildu til í Harlem, og hetta hoyrist aftur í tónleikinum í mun til rútmur og tónaval.
Pulcinella Svita – Igor Stravinskij
Ballettin Pulcinella var skrivað til Les Ballets Russes, og júst hendan ballettin legði lunnar undir nýggjar háttir at skriva tónleik.
Stravinskij hevur sjálvur sagt, at ”Pulcinella var mín opinbaring av fortíðini og sum legði lunnar undir mítt framtíðar kompositiónsarbeiðið”.
Við nýggjari tilgongd til formar og rútmur setti russiski Igor Stravinskij sín stóra dám á tónleikin í 1900-talinum.
Ófullfíggjaða symfoniin – Franz Schubert
Ófulfíggjaða symfoniin er vanliga eisini nevnd symfoni i h-mol D. Verkið bleiv fyrstu ferð framført í 1865,
heili 37 ár eftir, at Schubert andaðist.
Av ókendum orsøkum steðgaði Schubert skriviarbeiðið nakrar taktir inni í triðja satsi. Hóast hetta bleiv júst
henda symfoniin eitt av mest spældu verkum hjá komponistinum.
Symfoniin hevur tveir satsir, Allegro moderato og Andante com moto.
Nevnast kann eisini, at fleiri av verkunum hjá Schubert eru ófullfíggjaði ella finnast bert í skitsum.
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Tíð: Leygardagin 15. maj kl. 19.30
Stað: Norðurlandahúsið
Kostnaður: Vaksin 350 kr., lesandi 200 kr.
Við fyrivarni fyri broytingum[/vc_column_text][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”10″ img_size=”1200×500″ title=”Nýggjárskonsert 2021″][vc_empty_space height=”16px”][vc_column_text]
Nýggjárskonsertin 2021: Føroyskir solistar mynda konsertina
Vegna koronustøðuni verður nýggjárskonsertin í 2021 ein sjónvarpsframleiðsla uttan kór og áhoyrarar.
Hóast serligu støðuna hevur Føroya Symfoniorkestur gjørt av at halda fast í árligu siðvenjuni, og spæla størstu konsertina á árinum, nýggjárskonsertina. Tó verður hon øðrvísi ár, einki kór framførir, og konsertin verður eisini spæld uttan áhoyrarar.
Tískil hava Føroya Symfoniorkestur, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið lagt seg eftir at gera eina so góða sjónvarpsframleiðslu sum ongantíð áður. Tónleikanevndin í orkestrinum hevur harafturat smíðað eina spennandi og undirhaldandi skrá saman við ikki minni enn sjey føroyskum solistum.
Ernst Remmel framførir 3. sats av trompetkonsert hjá Hummel í E-dur, og Johannes Andreasen fer at spæla klaverkonsert í A-dur eftir Mozart.
Á skránni eru eisini fimm føroyskir sangsolistar. Birita Poulsen framførir “Je veux vivre” eftir Gounod, Mike Viderø syngur slagaran “Cry me a River”. Sangbólkurin Sway, ið er mannaður við Katrinu Olsen, Daniu Tausen og Marionnu Nagata, fer at framføra eina nýggja syrpu yvir eldri føroyskar sangir. Atli Petersen hevur útsett syrpuna fyri orkestur.
Í ár fær Føroya Symfoniorkestur eisini góða hjálp frá núverandi og fyrrverandi næmingum úr musikkskúlunum. Sum vant er tað Bernharður Wilkinson, ið stjórnar symfoniorkestrinum.
Konsertin verður send í Kringvarp Føroya leygarkvøldið 9. januar kl. 19.30.
Við fyrivarni fyri broytingum[/vc_column_text][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”2927″ img_size=”1200×500″ title=”Jólakonsert 2020″][vc_empty_space height=”16px”][vc_column_text]
Leygardag 5. des – kl. 15:00
Sunnudag 6. des – kl. 14:00 og kl. 16:00
Føroya Symfoniorkestur í jólahýri
Árliga jólakonsertin ella familiukonsertin, ið hon eisini verður rópt, verður spæld 5. og 6. december í Norðurlandahúsinum. Konsertin er eitt samstarv við musikkskúlarnar kring landið, og musikkskúlanæmingar fáa høvi at royna seg í stórum orkestri við professionellum spælarum.
Hetta samstarvið seta vit stóran prís uppá, tí her fáa musikkskúlanæmingar veruliga roynt seg í einum professionellum samanhangi við professionellum tónleikarum. Tað er her vit sáa fyrstu fræini til framtíðar spælarar í orkestrinum.
Konsertskráin er ein jólaposi fyltur við alskins jólagóðgæti, líka frá øllum teimum kendu jólaløgunum til okkara egnu Frændur. So vónandi leggur orkestrið lunnar undir serliga stemningin í eyðkennir jólini.
Vælkomin á konsert!
Solistar. Sigrið F. Hansen (kontrabass) og Bjarki Trondesen (sang)
Dirigentur. Bernhardur Wilkinson
Frásøgufólk. Olga Tórðardóttir
Kostnaður. Vaksin 100 kr., børn 50 kr.
Við fyrivarni fyri broytingum[/vc_column_text][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”2908″ img_size=”1200×500″ title=”Barnakonsert 2020″][vc_empty_space height=”16px”][vc_column_text]
Føroya Symfoniorkestur framførir tónleikaævintýrið um Petur og úlvin
4. oktober – kl. 16.30 (almenn konsert)
5. oktober – kl. 9.00 og kl. 11.00 – Ókeypis tilboð til stovnar (Børn 3 – 10 ár) – Tilmelding krevst
6. oktober – kl. 9.00 og kl. 11.00 – Ókeypis tilboð til stovnar (Børn 3 – 10 ár) – Tilmelding krevst
7. oktober – kl. 9.00 og kl. 11.00 – Ókeypis tilboð til stovnar (Børn 3 – 10 ár) – Tilmelding krevst
Musiska tónleikaævintýrið var skrivað í 1936 av russiska komponistinum Sergej Prokofiev.
Prokofiev fekk uppgávuna at skriva eina musikalska symfoni fyri børn. Søgan sigur, at hann bleiv so bitin av hesari serstøku uppgávu, at hann arbeiddi dag og nátt, og skrivaði verkið upp á einans fýra dagar.
Hetta er søgan um Petur, ið hóast ávaringar frá abba sínum fer Petur niðan í bøin har úlvurin heldur til. Her spælir hann spælir við djóravinir, og so kemur úlvurin….
Prokofien brúkar ljóðførini til at siga frá ævintýrinum. Oboin er dunnan, klarnettir er kettan, fløjtan er fuglur og hornini eru úlvurin
Symfoniorkestrið fer eisini at framføra onnur løg vit kenna.
Frásøgufólk: Jákup Dahl Wardum
Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Við fyrivarni fyri broytingum[/vc_column_text][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”2742″ img_size=”1200×500″ title=”Týr og Føroya Symfoniorkestur feb 2020″][vc_empty_space height=”16px”][vc_column_text]
Fríggjakvøld 7. feb – kl. 21:00 og
Leygarkvøld 8. feb – kl. 16:00 og kl. 21:00
Týr eru kendir fyri eitt serligt tónleikaligt bland av norðurlendskum fólkatónleiki og heavy metal. Teir hava umleið 75-100 konsertir árliga ymsastaðni í heiminum. Nú koma teir aftur til Føroya og spæla 2 konsertir og fer orkestrið at spæla saman við Føroya Symfoniorkestri í stóru høllini í Norðurlandahúsinum.
Tað er fyrstu ferð í søguni hjá Føroya Symfoniorkestri, at orkestrið roynir seg saman við heavy metal. Haraldur Sveinbjörnsson hevur sett út 15 løg fyri orkestur og kór. Bernharður Wilkinson fer at stjórna orkestrinum.
Heri Joensen, forsangari og gittaristur í Týr sigur: “Tað hevur verið ein dreymur, síðani eg var ungur og hoyrdi Deep Purple saman við symfoniorkestri – seinni eisini Metallica – at royna slíkt sjálvur”.
Umframt Hera, eru hesir í TÝR: Attila Vörös, gittar, Gunnar H. Thomsen, bass og Tadeusz Rieckmann, trummur. Bólkurin sær fram til at geva lurtarunum eina avbera góða uppliving – og vóna teir sjálvir at kunna læra okkurt við at royna hetta slagið av samstarvi.
Í sambandi við konsertina økir Norðurlandahúsið konserthølið Høllina við at taka Klingruna aftrat. Í Stóruhøll er pláss fyri 800 standandi gestum.
[/vc_column_text][/vc_column][/vc_row][vc_row][vc_column][vc_single_image image=”2736″ img_size=”1200×500″ title=”Nýggjárskonsertin jan 2020″][vc_empty_space height=”16px”][vc_column_text]
Fríggjakvøld 10. jan – kl. 19:30 og
Leygarkvøld 11. jan – kl. 19:30
Dirigentur: Bernhard Wilkinson
Solistur: Yekaterina Solovyova, sopran og Sergej Semishkur, tenor
[/vc_column_text][/vc_column][/vc_row]