Tekna teg sum stuðul

Tekna teg sum stuðul

Tilmeldingarskjalið verður trygt avgreitt ígjøgnum Elektron

Sum fyritøka hava tit her møguleika til árliga at stuðla Symfoniorkestrinum við einari fastari upphædd.
Peningurin sum kemur inn her skal allur brúkast til at økja um virksemi hjá orkestrinum, sum er ein av fortreytunum fyri at vit áhaldandi mennast.

Vit miðja eftir, at vit í framtíðini kunnu fáa so mangar stuðlar, at vit kunnu økja konserttalið við umleið 2 konsertum og tryggja at vit hvørt ár kunnu hava vælumtóktu Barnakonsertirnar, har vit í apríl mánaði bjóða øllum børnunum í aldurbólkinum 3 – 10 ár til 14 konsertir í Norðurlandahúsinum.
Vanliga eru umleið 4.000 – 5.000 børn úr øllum Føroyum til hesar konsertir. Okkara ynski er at víðka talið av konsertum, so at vit eisini kunnu bjóða framhaldsdeildunum við til hesar konsertir. Á henda hátt vilja vit vera við til at menna tónlistarliga førleikarnar hjá børnunum, so at tey kunnu ríka sítt lív við tónleiki og einaferð, tá ið tey eru blivin vaksin kunnu venda aftur til konsertirnar hjá orkestrinum, og kunna stuðla sínum børnum í at spæla ymisk ljóðføri og gleðast um góðan tónleik.

Tykkara fyrimunir.
Sum stuðul hjá Symfoniorkestrinum, koma tit fram til 2020 at fáa 1 atgongumerki til Nýggjárskonsertina fyri hvørjar 5.000 krónur tit stula við, tá ið prísurin verður kr. 10.000 pr atgongumerki.
Stuðlanir verða eisini nevndir á heimasíðuni hjá orkestrinum FSO.FO, har ein leinkja liggur til tykkara heimasíðu, Harumframt og tit verða stuðlarnir nevndir í skránni til nýggjárkonsertina.
Tá ið okkurt serligt er á skránni við onkrum stórum solisti ella einum stórum ella serligum verki, verða stuðlarnir bjóðaðir niðan í Norðurlandahúsið til fyrilestur og at vera við til onkra venjing.

Tá ið tit her á heimasíðuni tekna tykkum sum stuðul, fáa tit hvørt ár sjálvvirkandi sendandi eina rokning frá Elektron.

Hava tit fyrispurningar, so vinarliga send okkum ein teldupost á fso@olivant.fo so vilja vit seta okkum í samband við tykkum beinanvegin.

Vinarliga
Føroya Symfoniorkestur

Stuðlar