Vinarfelagið

Tekna teg sum lim

Tilmeldingarskjalið verður trygt avgreitt ígjøgnum Elektron

Nótar-2015

Her hava tygum møguleka fyri at tekna tygum sum lim í Vinarfelagnum hjá Føroya Symfoniorkesti.
Peningurin skal allur brúkast til nótakeyp, so at orkestrið í framtíðini kann eiga eina goða og fjøltáttaða nótagoymslu, sum á so mangan hátt ger tað munandi lættari at fyrireika konsertirnar.
At hava ein góða nótagoymslu, er ein av fleiri fortreytum fyri at kunna spæla fjølbroyttar og góðar konsertir.
Nótar kosta nógv at keypa og hava vit seinastu 30 árini brúkt hópin av peningi uppá at leiga nótarir, heldur enn at keypa, tí peningur hevur ikki verið til tað.

Fyrimunirnir fyri tykkum skal vera, at vit sum tíðina líða, fara at arbeiða við at geva limunum kunning um orkesturvirksemi og senda tykkum ummæli av konsertunum, so at tit eru betri fyrireikaði til konsertirnar.
Tá ið okkurt serligt verk er á skránni, fara vit eisini at bjóða limunum niðan í norðurlandahúsið til fyrilestur um okkurt av verkunum og at vera við til onkra av venjingunum til symfonikonsertirnar, barnakonsertirnar og til aðalroyndina til Nýggjárskonsertina.

Limaskapurin hvørt árið kostar kr. 100.
Við at fylla út teigarnar her tekur sjálvvirkandi skipanin 100 kr. av tygara konto hvørt árið, inntil tygum geva boð um at støðga flytingini.

Hava tygum fyrispurningar, so vinarliga skriva til fso@olivant.fo ella send eitt SMS til 211112

Takk fyri stuðulin
Føroya Symfoniorkestur

Børn2-2015
Børn-2015