Nýggjárskonsertin 2021: Føroyskir solistar mynda konsertina

Vegna koronustøðuni verður nýggjárskonsertin í 2021 ein sjónvarpsframleiðsla uttan kór og áhoyrarar.

Hóast serligu støðuna hevur Føroya Symfoniorkestur gjørt av at halda fast í árligu siðvenjuni, og spæla størstu konsertina á árinum, nýggjárskonsertina. Tó verður hon øðrvísi í ár, einki kór framførir, og konsertin verður eisini spæld uttan áhoyrarar.

Tískil hava Føroya Symfoniorkestur, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið lagt seg eftir at gera eina so góða sjónvarpsframleiðslu sum ongantíð áður. Tónleikanevndin í orkestrinum hevur harafturat smíðað eina spennandi og undirhaldandi skrá saman við ikki minni enn sjey føroyskum solistum.

Ernst Remmel framførir 3. sats av trompetkonsert hjá Hummel í E-dur, og Johannes Andreasen fer at spæla klaverkonsert í A-dur eftir Mozart.

Á skránni eru eisini fimm føroyskir sangsolistar. Birita Poulsen framførir “Je veux vivre” eftir Gounod, Mike Viderø syngur slagaran “Cry me a River”. Sangbólkurin Sway, ið er mannaður við Katrinu Olsen, Daniu Tausen og Marionnu Nagata, fer at framføra eina nýggja syrpu yvir eldri føroyskar sangir. Atli Petersen hevur útsett syrpuna fyri orkestur.

Í ár fær Føroya Symfoniorkestur eisini góða hjálp frá núverandi og fyrrverandi næmingum úr musikkskúlunum. Sum vant er tað Bernharður Wilkinson, ið stjórnar symfoniorkestrinum.

Konsertin verður send í Kringvarp Føroya leygarkvøldið 9. januar kl. 19.30.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *