Nýggjárskonsert 2016

Til Nýggjárskonsertina hevur tónleikanevndin valt eina spennandi og fjølbroytta skrá, sum m.a. umfatar Tango hjá Magnus Johannesen, sum vann virðisløn fyri lagið, kenda Champagnu galoppin og eina útgávu av Flóvin Bænadiktsson hjá Atla Petersen og mang annað.

Tað sum altíð er við til at gera Nýggjárkonsertina til eina serliga inniliga og hugtakandi uppliving, er tá ið Kór Føroya Symfoniorkesturs trýnur fram á pallin og syngur saman við orkesstrinum. Soleiðis verður eisini hesuferð. Kórið syngur m.a. kend øg Frans Lehar.

Ongin Nýggjárkonsert uttan ein góðan solist. Hesuferð hava vit aftur verið heppin og fingið eina av stóru sopranunum til Føroyar. Henda unga Íslendska sopranin eitur Disella og kemur av Operapallinum Metropolitan í New York at syngja fyri fyri okkum.