Føroya Symfoniorkestur
Leygardagin 7. Februar hevur Føroya Symfoniorkestur konsert í Norðurlandahúsinum kl. 19:30 við eini sera áhugaverdari skrá. Solistur á violin verður unga Guro Kleven Hagen, sum kemur úr Valdres í Noreg.
Á skránni verður:
Per Gynt suita no. 1 opus 46 eftir Eduard Grieg
1. Lagdámur á morgni
2. Deyðstund Ásu
3. Dansur Anitru
4. Í høllini hjá Dovragubbanum
Souvenir d´une lieu cher opus 42 eftir Tchaikowsky
Solistur: Guro Kleven Hagen, violin
1. Djúphugsan
2. Skertso (lætt kæti)
3. Melodi
Romansa opus 22 eftir Johan Svendsen
Symfoni no 9 (Nýggja verðin) eftir Antonin Dvorak
Henda skráin, sum FSO her borðreiðir við, er kanska ein tann mest lurtaravinarliga, sum verið hevur.
Eitt sindur um verkini:
Per Gynt suituna skrivaði Eduard Grieg eftir áheitan frá Henrikki Ibsen, sum hevði skrivað sjónleikin av sama navni. Hann skrivaði næstan 40 tónleikabrot til sjónleikin, men her verða bert tey kendastu spæld, og sum eisini Grieg sjálvur setti saman til eina suitu.
Í fyrsta brotinum, Lagdámur á morgni, myndar Grieg hugalagið ein góðan morgun tíðliga, áðrenn sólin rísur, og knappliga kemur hon undan við forte í orkestrinum.
Deyðastund Ásu. Hetta brotið er bert fyri strúkarar, ein innilig og djúp tónayrking, har Per Gynt situr við songarstokkin hjá mammuni og roynir at droyma seg burtur frá veruleikanum, at mamman liggur til tað seinasta.
Dansur Anitru.
Anitra er arabaragenta, sum dansar fyri Per Gynt. Grieg hevur sjálvur skrivað, at hetta er ein lítil og vakurt ljómandi bleytur dansur.
Í høllini hjá Dovragubbanum.
Tónleikurin byggir á eitt stutt motiv í fagottini, sum verður endurtikið aftur og aftur. Men styrkin veksur og við at Grieg broytir og økir instrumentatiónina, so endar alt í einum fortissimo.
Næsta verkið á skránni er eftir Tchaikowsky, og eitur Djúphugsan í samband við eitt vakurt stað ella umhvørvi. Hann er staddur á einum Harragarði í Ukraine, helst á hálvoynni Krim. Verkið er skrivað samstundis, sum hann er í holt við sína kendu violinkonsert. Eitt verk í trimum brotum, bæði inniligt og virtuost, so solisturin veruliga kann sýna sínar musisku gávur og tøkniliga førleika.
Volinromansan eftir Johan Svendsen er hansara mest spælda verk og er á skránni hjá mangum violinleikara. Vakra innleiðandi temaið hugtekur beinanvegin, og innímillum kemur eitt meira skjótt miðpetti, sum aftur leiðr til inniliga inngangin.
Um Guro Kleven Hagen
Tað verður unga, norska Guro Kleven Hagen, sum kemur at spæla hesi bæði verkini. Hon er fødd í Valdres í 1994 og fór sum smágenta at spæla violin. Hon hevur sum tannáringur vunnið fleiri alheims virðislønir. Hon var í 2008 ársins tónleikari í Noreg, og í 2010 vann hon sum fyrsti normaður internationalu Menuhnin kappingina. Hon er komin her í samband við noregsdagarnar í Norðurlandahúsinum, konsertin er eitt samarbeiði millum NLH og FSO.
Symfoni no. 9 (Úr nýggju verðini) eftir Antonin Dvorak
Konsertin endar við 9. Symfoniini eftir tjekkiska tónaskaldinum Antonin Dvorak. Men henda symfoniin er ikki skrivað í heimlandinum, men í USA.
Hon er tí nógv ávirkað av tí blandaða tónleikinum, sum setir sín dám á eitt so samfingið samfelag sum tað amerikanska. Her eru løg frá upprunafólkinum, indianarum, frá teimum svørtu og øðrum etniskum bólkum. Øll løg, sum lættliga fanga oyru áhoyrarans, og tí er henda symfoiin mest spælda av øllum symfoniskum verkum.
Sum nevnt, so er hetta ein tann mest áhoyraravinarliga skráin, sum FSO hevur sett saman, so vónandi nýta nógv høvi at vitja hesa forvitnisligu konsertina.