Nýggjárskonsertin 2015

Omanfyri sæst brot av Vladimir Moroz framføra Rossini: Il Barbiere di Siviglia.

Nýggjársskráin verður sum vanligt spennandi við stórum orkestri og kóri. Sangsolisturin hesuferð er heimskendi baritonsangarin Vladimir Moroz frá Sankta Pætursborg, har hann er solistur við Mariinsky Operaina, eins og sangfuglurin á seinastu nýggjárskonsertini. Okkara egni guitarsnillingur – Ólavur Jakobsen –  verður eisini solistur á konsertini.