ABC barnahjálp í Føroyum

Innsavning til ebola raktar familjur

ABC barnahjálp savnar pening inn til at hjálpa ebola raktum børnum í Liberia, nú ebola sjúkan rakar landið so meint.

Pengingurin, sum kemur inn fer til mat og hjálp til fólkið í høvuðstaðnum Monrovia í Liberia.

ABC barnahjálp í Føroyum

Innsavning til Ebola raktar familjur

Støðan í Liberia er ring og ebola sjúkan hevur ført við sær, at prísir á vørum eru nógv hækkaðir. Nógv børn og familjur hava mist sín forsyrgjara.

ABC barnahjálp hevur til endamáls at útvega faðir- og móðurleysum og fátækum børnum í menningarlondum varandi hjálp við skúla, kostarhaldi, læknahjálp og bústaði. Við hjálp frá stuðulsforeldrum fáa tey møguleika at útbúgva seg og gerast sjálvbjargin.

ABC barnahjálp í Føroyum rekur eitt barnaheim í Monrovia. Í alt eru 55 fólk knýtt at barnaheiminum, børn, ung og starvsfólk. Umframt hjálpa vit fólki í grannalagnum, har barnaheimið er.

ABC barnahjálp í Føroyum er sjálvstøðugur felagsskapur, sum er partur av einum internationalum felagsskapi, sum umfatar 12 lond. Umleið 11.000 børn verða stuðlað gjøgnum stuðulsskipanina hjá ABC barnahjálp.

 

Hjálp okkum at hjálpa.
ABC barnahjálp
Nólsoyar Pálsgøta 24
700  Klaksvík

 

Kontaktpersónur viðvíkjandi innsavningini:
Hilda Viderø
Tlf.: 222085
T-postur: hilda@abc.fo