Heystkonsertir í vikuskiftinum!

Føroya Symfoniorkestur, konsertir í vikuskiftinum.

Spæld verða verk eftir Purcell, Bach, Dvorak Grieg og Bartok.

Solistar: Heiðrun Petersen og Jón Festirstein Andreasen.

Fyrsta konsertin verður í Christianskirkjuni. Hon er flutt frá 19.30 til klokkan 21.00 fríggjakvøldið. Orsøkin  er tann, at gekkaupphæddin er so ógvusliga stór, at vit vilja lata fólk fáa stundir til at vera við í gekkaspælinum og eisini fáa møguleikan til at koma til hesa forvitnisligu konsertina, sum FSO strúkararnir fara at framføra. Leygardagin verða tvær konsertir: Í Fríðrikskirkjuni klokkan 14.30 og í Vesturkirkjuni klokkan 18.30.

Dirigentur: Bernhard Wilkinson

 

Antonin Dvorak:

Sereneda fyri strúkarar í E dur.
Henda serenadan er ein tað mest vældámda av hansara tónleiki. Serenadan er í fimm pørtum, og er sera krevjandi fyri tónleikararnar.
J.S. Bach: Konsert í d moll fyri tvær violinir og strúkarar. Henda konsertin er ein gimsteinur í violinlitteraturinum. Hetta er ein vevnaður í tónleiki millum orkestur og tær tvær violinirnar, sum neyvan finnur sín líka. Verkið er í trimum pørtum, og serliga yvir seina miðsatsinum hvílur ein næstan yvirjarðligur vakurleiki. Solistar eru tveir av okkara dugnaligastu ungu violinistum, Heiðrun Petersen og Jón Festurstein Andreasen.

Bela Bartok:

Sjey rumenskir fólkadansir.
Tónleikurin var upprunaliga skrivaður fyri klaver, men var seinni útsettur fyri strúkarar. Teir eru frá økinum Transilvania og funnust upprunaliga fyri fiól ella floytur, sum seyðamenn plagdu at brúka

Edvard Grieg:

Tvey elegisk ella sorgkend løg. I Særda hjartað og II Seinasta várið
Grieg var normaður og er sera ávirkaður av norskum fólkatónleiki, sum gjøgnum hann er vorðin alheims. Hann gjørdist heimskendur  tónasmiður í seinromantiska tíðarskeiðinum.

Henry Purcell:

Chacony, kvartett fyri strúkarar í g moll.
Her eru nógv eyðkenni frá barok tónleikinum. Tað byrjar við einum hábærsligum tema í bassinum, sum verður endurtikið ferð eftir ferð og fær so ymsar akkordir lagdar omanyvir, sum so flytast í orkestrinum. Tónleikurin kann framførast sum kvartett, men verður her framførdur av strúkiorkestri.