Føroya Symfoniorkestur (FSO) sóknast eftir nýggjum stjóra
Starvslýsing
Stjórin hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum hjá orkestrinum og hevur mótvegis stýrinum ábyrgdina av fíggjarviðurskiftum, marknaðarføring, listarligu leiðsluni og fyrisitingini. Stjórin mannar orkestrið í samráð við samstarvsnevndina og ger á hvørjum ári fíggjarætlan fyri komandi tónleikaár, sum verður send stýrinum at góðkenna. Harumframt er stjórin skrivari hjá stýrinum, samstarvsnevndini og stendur fyri umstiting av heimasíðu og intraneti hjá orkestrinum. Saman við tónleikanevndini hevur stjórin listarligu leiðsluna av orkestrinum og skal eisini virka fyri, at menna fíggjarliga grundarlagið hjá orkestrinum. Stjórin hevur tilvísing til stýrið.
Talan er um eitt starv við nógvum samskifti við tónleikarar og samstarvspartar hjá orkestrinum. Góð evni at fyriskipa, samstarva og samskifta er ein avgerandi treyt. Neyðugt er við góðum innliti í tónleik og viðurskifti í sambandi við framførðslu av symfoniskum tónleiki. Harumframt er neyðugt við førleika til at fyrisita og umsita fíggjarviðurskifti.
Løn og setanartreytir
Talan er um eitt parttíðarstarv við skiftandi arbeiðstíð. Starvið er tíðaravmarkað til fýra ár og kann verða longt fyri fýra ár ísenn.
Tann sum settur verður má kunna átaka sær at arbeiða eftir tørvi. T.v.s at arbeiðstíðin er serliga nógv kring konsertirnar. Løn sambært avtalu.
Ynskir tú at fáa meira ítøkiligar upplýsingar, kanst tú seta teg í samband við fráfarandi stjóran Poul Jákup Thomsen fart. 211112 ella pj.skarvanes@gmail.com ella stýrisformannin, Jógvan Thomsen, fart. 556021, ella jt@vs.fo.
Umsókn
Umsóknir við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til Grannskoðaravirkið SPEKT, teldupostadressa: fz@spekt.fo
Merkt: Umsókn til FSO
Umsóknir skulu vera Føroya Symfoniorkestri í hendi í seinasta lagi hósdagin 1. august 2019 kl. 12:00. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Føroya Symfoniorkestur
Til Heyst, Vár og Nýggjárskonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri við høgum torleikastøðið, eru vanliga umleið 60 tónleikarar. Hetta eru yrkislærdir tónleikarar sum búgva og virka í Føroyum, føroyskir- og útlendskir yrkislærdir tónleikarar, sum búgva uttanlands, framkomnir næmingar í Føroya Musikkskúla og góðir óyrkislærdir tónleikarar. Til Jólakonsertirnar og hesi síðstu tvey árini til barnakonsertirnar, eru í høvuðsheitum bert tónleikarar búsitandi í føroyum við til konsertirnar, harav minst helvtin er musikkskúlanæmingar. Í FSO er eitt úrvalskór við 80 sangarum og FSO samarbeiðir við Sanglærarafelagið um eitt barnakór. FSO hevur 5-6 konsertverkætlanir um árið.
Meira kunning um orkestrið er at finna á heimasíðuni: www.fso.fo