1. Jóladag kl. 19:10 sendur sjónvarp føroya Heystkonsertina 2015 hjá Føroya Symfoniorkestri, har tit hava møguleika at síggja og hoyra violinkonsertina hjá Tchaikovsky við violinsnillinginum Eric Silberger.
Nýggjárskonsert 2016
Til Nýggjárskonsertina hevur tónleikanevndin valt eina spennandi og fjølbroytta skrá, sum m.a. umfatar Tango hjá Magnus Johannesen, sum vann virðisløn fyri lagið, kenda Champagnu galoppin og eina útgávu av Flóvin Bænadiktsson hjá Atla Petersen og mang annað.