Nýggjárskonsertin 2022 / Sjónvarpssending

Føroya Symfoniorkestur, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya bjóðar endiliga tykkum øllum aftur til eitt brak av einari corona-nýggjárskonsert á sjónvarpsskýggjanum

 

Nýggjárskonsertin er fyri fólk í øllum aldri: Tónleikaskráin nemur hjartastreingirnar, og ber brá av undirhaldi, álvarsemi og miklum og kenslubornum verkum frá virdum útlendskum og føroyskum komponistum.

Kór og tríggir føroyskir solistar mynda konsertina
Til nýggjárskonsertina er hesuferð lagdur stórur dentur á kórið. Eftir tvey ár við einans corona-sangi, so sleppur kórið nú veruliga at folda seg út saman við Føroya Symfoniorkestri.

Úr stórlignu operaini Carmen hjá Georges Bizet syngur Herfinnur Árnafjall Toreador Song, har bæði sangur og undirhald er í hásæti. Baritonsangarin Herfinnur Árnafjall, ið býr í Tirol í Eysturríki sang sum barn í sunnudagsskúlanum hjá Filadelfia. Lærutíðin sum sangari byrjaði á sangskúlanum hjá Petru Iversen. Har frá gekk leiðing víðarið til Reykjavík, New York og endaði í Týsklandi á sangskúlanum Douglas Yates, Vocal Arts. Síðan hevur gingið slag í slag, og Herfinnur hevur arbeitt sum solistur, operasangari, framført operettir og musicals.

Evnaríki klaverleikarin Aksel Remmel, ið lesur á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium, vann í 2021 talentkappingina Stella Polaris, ið Tórshavnar Musikkskúli skipar fyri. Ein partur av vinningunum í elsta bólkinum er at framføra á nýggjárskonsertini saman við Føroya Symfoniorkestri. Aksel Remmel fer at spæla 1. sats av klaverkonsert nr. 2 hjá russiska komponistinum Sergej V. Rachmaninov.

Elin Brimheim Heinesen er kend sum songkvinna og tónasmiðjur, og hon hevur tríggjar útgávur á baki – NALJA, saman við Kára L. Jacobsen (1988), Yndisløg, saman við bólkinum Ad Libitum (2010) og soloútgávuna Handan Stjørnurnar (2018). Kendasta lagið hjá Elini er helst Eitt dýpi av dýrari tíð, gjørt til yrking hjá pápanum, Jens Paula Heinesen. Í 2002 kom lagið út av nýggjum, innspælt við City of Prague Philharmonic Orchestra og Tórshavnar Manskóri. Í november 2021 kom nýggja lagið Sóleyan út, – eisini innspælt við sama symfoniorkestri og kóri.

Bernharður Wilkinson stjórnar symfoniorkestrinum, og Tóra Vestergaard venur symfoniorkestur kórið.

GG!
Vegna coronastøðuna verða eingir áhoyrarar í salinum.

Vertir: Arnfríð Joensen Dahl og Tróndur Olsen

Nýggjárskonsertin 2021: Føroyskir solistar mynda konsertina

Vegna koronustøðuni verður nýggjárskonsertin í 2021 ein sjónvarpsframleiðsla uttan kór og áhoyrarar.

Hóast serligu støðuna hevur Føroya Symfoniorkestur gjørt av at halda fast í árligu siðvenjuni, og spæla størstu konsertina á árinum, nýggjárskonsertina. Tó verður hon øðrvísi í ár, einki kór framførir, og konsertin verður eisini spæld uttan áhoyrarar.

Tískil hava Føroya Symfoniorkestur, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið lagt seg eftir at gera eina so góða sjónvarpsframleiðslu sum ongantíð áður. Tónleikanevndin í orkestrinum hevur harafturat smíðað eina spennandi og undirhaldandi skrá saman við ikki minni enn sjey føroyskum solistum.

Ernst Remmel framførir 3. sats av trompetkonsert hjá Hummel í E-dur, og Johannes Andreasen fer at spæla klaverkonsert í A-dur eftir Mozart.

Á skránni eru eisini fimm føroyskir sangsolistar. Birita Poulsen framførir “Je veux vivre” eftir Gounod, Mike Viderø syngur slagaran “Cry me a River”. Sangbólkurin Sway, ið er mannaður við Katrinu Olsen, Daniu Tausen og Marionnu Nagata, fer at framføra eina nýggja syrpu yvir eldri føroyskar sangir. Atli Petersen hevur útsett syrpuna fyri orkestur.

Í ár fær Føroya Symfoniorkestur eisini góða hjálp frá núverandi og fyrrverandi næmingum úr musikkskúlunum. Sum vant er tað Bernharður Wilkinson, ið stjórnar symfoniorkestrinum.

Konsertin verður send í Kringvarp Føroya leygarkvøldið 9. januar kl. 19.30.